Annika Olsen gleðist so hjartaliga

Hetta er ein hátíðarløta og ein fagnaðarløta, segði Annika Olsen, táið nýggi depilin fyri børn og ung við fjølbreki, varð tikin í nýtslu

- Hetta er ein hátíðarløta og fagnaðarløta.

Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Depilin í Runavík fyri børn og ung við fjølbreki, lat upp í gjár.

 

- Eg gleðist so hjartaliga vegna børnini, tey avvarðandi, starvsfólkini og leiðslu, sum loksins fáa nútímans hølir, ið eru bygd til endamálið, segði hon.

Hesin nýggi depilin avloysir dagstovnin og umlættingartilboðið Reiðri á Saltnesi.

 - Vit avgera ikki sjálvi, hvørjar lívsumstøður, vit verða fødd inn í, men vit kunnu royna at bøta um fysisku karmarnar, segði Annika Olsen.

 

Hon segði, at nýggi, slóðbrótandi depilin, er ein varði á vegnum, og hon vónar at børnini, og tey ungu, fara at trívast væl í nýggja depilinum.

 

Ingun M. Jacobsen, stjóri fyri Trivnaðardepilinum í Almannaverkinum, sum fer at hava ábyrgdina av virkseminum á Depilinum, helt, at bygningur má sigast at verða slóðbrótandi, og er hann tann fyrsti av sínum slag í Føroyum.

- Vit eru sera heppin at hava fingið ein depil, sum er bygdur til endamálið og ikki ein, har hús eru bygt um. Við hesum kunnu vit savna fleiri tilboð á einum stað, tað verið seg bæði dagtilboð, virkistilboð, viðgerð, umlætting, segði hon.

 

Annars handaði Mourits Mohr, stjóri á Mest, Depilinum 10.000 krónur í gávu frá boripallinum, Herkules.

 

Sí fleiri myndir av nýggja deplinum við at trýsta HER

 

Á depilinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum.

- Depilin veitir røkt og viðgerð og skapar umstøður soleiðis at børnini og tey ungu á besta hátt mennast kropsliga, sálarliga og fatanarliga, alt eftir aldri, tørvi og førleika hjá tí einstakam sigur almannamálaráðið um nýggja depilin.