Røðan hjá Anniku Olsen í samband við fíggjarlógarviðgerðina
“Lívið er mítt listaverk, eg máli jú hvønn dag, og um eg fylli hundrað ár, ei liðugt verður tað. Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær, tá fólk í øllum heiminum frælsið ogna sær”.
Hetta brotið er tikið úr sanginum “Lívsmynd” hjá Frændum.
Spurningurin er hvat tað er fyri listaverk av føroyska samfelagnum vit vilja hava. Hvat er tað fyri tjóð og fyri umstøður, vit vilja mála til okkara borgarar at búleikast í. Fíggjarlógin er sum eitt listaverk yvir, hvussu viðurskiftini í okkara samfelag verða komandi árini.
Hóast vit als ikki kunnu kalla okkum listafólk, so hava vit sum politikarar ein líknandi leiklut sum listamaðurin í og við, at vit hava stóra ábyrgd av at mála tað samfelag soleiðis, at vit øll kunnu kenna okkum aftur í málninginum. Vit hava ábyrgd av at velja litirnar til málningin, vit hava ábyrgd av um tað verður ein kaleidoskopisk og litføgur mynd, ella tað verður ein døpur og kám mynd við døkkum litum. Og víst eru tað døkkir litir at hóma í fíggjarlógini, men tað eru so sanniliga eisini litføgur penslastrok at síggja.
Litir eru ymiskir eins og vit menniskju, men samanspælið av litunum er tað, sum ger myndina vakra, eins og tann vakurleika vit síggja í náttúruni á hesum heystardegi við teimum mongu fjølbroyttu litunum.
Almannamálaráðið hevur ábyrgd av mongum borgarum og tænastum til teirra í okkara landi. Ábyrgd av fólkum við sálarsjúku, fólkum við serligum avbjóðingum, eldri borgarum, børnum í truplum korum, fólkum við skerdum arbeiðsførleika og eg kundi hildið áfram. Hetta eru litirnir í okkara samfelag og vit hava skyldu til hesi kunnu varðveita sín lit.
Arbeiðsmarknaðarreformurin – størsta sosial fakliga nýskipanin í nýggjari tíð
Virkni og luttøka í samfelagslívinum er ein grundleggjandi tørvur hjá tí einstaka, men so sanniliga eisini fyri, at vit kunnu halda uppi eitt vælferðarsamfelag. Tað eru tó tíverri ikki øll, sum hava fingið hendan møguleikan, men sum av ymsum orsøkum hava skerdar førleikar, ið hava tarnað teimum at fáa eitt arbeiðspláss á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Tað er millum annað hesi viðurskifti, sum lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk skal broyta, sum eitt samt løgting samtykti í fjør. Endamálið við lógini er, at fyribyrgja avleiðingar av arbeiðsloysi og sjúku við hjálp av virknisvenjing og:
- At fasthalda starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum, sum eru í vanda fyri at verða uppsøgd orsakað av minkaðum arbeiðsførleika
- At rekruttera og integrera persónar, sum standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin orsakað av minkaðum arbeiðsførleika.
Saman við fakfólki havi eg í ár vitja vinnufyritøkur kring landið fyri at kunna um møguleikarnar í lógini, og hetta kunningarátak heldur fram í heyst og vetur. Samstundis verður arbeitt víðari við nýskipanini, sum millum inniber, at vit skulu hava møguleikaváttanir, heldur enn læknaváttanir og krøv um størri uppfylging av sjúkradagpengamálum innan tað almenna. Grundhugsjónin í øllum hesum arbeiði er at møta tí einstaka menniskjanum har tað er, finna tey íbornu virðini soleiðis, at tann einstaki borgarin kann fáa eitt innihaldsríkt lív.
Fountain hús
Tvær mió. eru settar av til arbeiðsrættað tilboð við sálarsjúku. Tað er sera umráðandi at fólk við sálarsjúku kunnu hjálpast víðari í lívinum, eftir at sjúku hevur rakt sálarlív teirra. Vit hava skyldu til at skapa góðar og tryggar karmar til fólk við sálarsjúku og geva teimum ein innihaldsríkan gerandisdag og møguleika fyri at vera á einum stað, har linni og stimbran og menning av tí sálarsjúka kann ganga fyri seg, og sum sjálvsagt er lagað til teirra lívsstøðu og livihátt.
Somuleiðis verða bygdar 16 nýggjar íbúðir til sálarsjúk í Tórshavn, sum verða tikin í nýtslu í 2014, so á psykiatriska økinum eru avgjørt ábøtur at hóma.
Børn og ung
Vit hava sett okkum fyri, at tá Føroyar aftur skulu til próvtøku í barnarættindum í ST, skulu Føroyar ikki fáa somu ábreiðslur sum í 2010. Nøkur átøk eru framd, eitt nú herd fráboðanarskylda bæði fyri borgara og fakfólk.
Barnahús letur upp í ár og peningur er settur av til endamálið. Endamálið við barnahúsinum er, at myndugleikar skulu samstarva um einstaka barnið, bæði sálarfrøðingar, læknar, løgregla o.o. Eitt slag av tilbúgving, har børn, ið hava verið fyri kynsligum harðskapi og harðskapi annars kunnu verða kannaði og eygleitt í tryggum umstøðum.
Ætlanin við barnahúsinum er eisini at fáa neyv hagtøl til vega um kynsliga ágangi í Føroyum. Ein óskipað tænasta til børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og vantandi hagtøl á økinum vóru nakrar av ábreiðslunum frá ST í 2010, tá Føroyar vóru til próvtøku. Hetta verður nú bøtt um við hesi ætlanini.
Eisini hava vit tikið ábreiðsluna frá ST um eitt óheft politiskt barnaumboð til okkum. Vit hava sett eina mió. til eitt politiskt óheft barnaumboð, sum skal tryggja, at Føroyar liva upp til barnarættindasáttmálan.
Heildarætlanin um harðskap í parlagi gongur sera væl. Stóra átakið við ”Sig frá” hevur verið sera væl eydnað og hildið verður áfram at implementera tey írestandi átøkini í heildarætlanini. Næsta málið er at gera kynsliga harðskap og eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt til várs.
Stuðulsjáttanir sum hava til endamáls at bøta um biðurskifti hjá børnum eru eisini hækkaðar
200.000 krónur eru settar eyka av til Sorgarbólkin ”Beran”, sum er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn, sum hava mist ein av sínum kæru. Sjálvhjálparbólkurin hevur givið mongum børnum í Føroyum linna og hjálp at koma gjøgnum sorgina. Játtanin er hækkað úr 100.000 í 300.000 krónum. Og hægri játtan givin til grunnin Føroysk teldutala við tí endamálið at geva sjónveikum, blindum og lesiveikum møguleika at luttaka í størri mun í samfelagnum.
Eldraøkið
Vit hava útbygt eldraøkið munandi tey seinastu árini við fýra nýggjum ellis- og røktarheimum í Vági, Vestmanna, Tórshavn og í næstum verður nýggja heimið latið upp í Klaksvík. Íalt er talan um 136 nýggj búpláss. Hetta er at fegnast um og endamálið má vera, at tað eru tey við størsta tørvin á røkt og eru ringast fyri umframt fólk við demens eiga at hava fyrsta rætt til hesi búpláss.
Men tað er valla her vit skulu gera tær størstu útbyggingarnar komandi árini. Tað er ein sannroynd, at eldri fólk í Føroyum búgva lutfalsliga nógv longri á ellis- og røktarheimi enn í øðrum Norðurlondum. Eisini er lutfalsliga nógv fleiri av teimum eldri á ellis- og røktarheimi enn í hinum Norðurlondunum. Tað er óivað orsakað okkara egna politikki, m.a. Ov fáar eldraíbúðir eru bygdar sum kundi viðvirka til, at fólk í nøkur eyka kundi húsast í egnum heimi laga til teirra tørv á ellisárum, heldur enn at flyta á ellis og røktarheim, tá heilsa og styrkin var farin at vikna. Tað eru somuleiðis ov fá dagtilhald bygt til eitt nú fólk við demenssjúku og nóg nógvur peningur hevur ikki verið settur av til heimahjálp.
Hetta verður nú bøtt um. ”Bústaðir” hava sett sær fyri at byggja 100 íbúðir um árið, vit hava sett neyðugan pening av til eldraøkið til framskrivingar og til lønarframskrivingar bæði til røktarheimini og heimatænastuna. Somuleiðis verður dagtilhald sett á stovn í Eysturoynni fyri dement í ár. Persónliga meti eg at heimatænastan eigur kollveltandi at broytast. Vit eiga at seta meiri orku av til at okkara eldru borgarar eina heildartænastu, eina og góða gamla heimahjálpin, har tíð var til eitt prát og geva eina heita hond, heldur enn at brúka tíð uppa skráseting av minuttum og tímum, sum hava verið veittir. Arbeiðshátturin við skráseting er eftir mínum tykki farin út um mark. Hetta er ikki starvsfólkum at lasta, tey eru sjálvsagt ta arbeiðið til lítar, sum tey eru biðin um.
Í mun til útleggingina av eldraøkinum til kommunurnar eru vit komin so væl áleiðis, at bæði lóg um útlegging og tænastulóg, sum tryggjar rættindi teirra eldru, kann leggjast fyri løgtingið í ár. Hetta er alneyðug til tess at rudda upp í ógreiða myndugleikabýtinum okkara eldru borgarum at frama.
At enda eitt hjartasuff í mun til kjakið um okkara eldru. Tey eldru eru ikki ein byrða fyri samfelagið. Vit mugu gera alt fyri at broyta hendan diskursin og tosa meira jaligt um okkara eldru borgarar, sum hava givið so nógv og framvegis hava so nógv at geva okkara samfelag.
Børn og ung við serligum avbjóðingum
Eisini á økinum serforsorg er glottar at hóma og kanska serliga á íløgusíðuni. Hendan samgongan hevur valt at raðfesta at byggja nýtt og í mun til tørvin hjá tí einstaka ístaðin fyri at umbyggja ótíðarhóskandi sethús til sambýli.
Vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og Eysturoynni. Tilboð eru komin inn, sum í kostnaði eru hægri enn tað, sum er lagt upp til í verklagslógini. Í løtuni eru samráðingar millum Landsverk og byggifyritøkuna um ein kostnað og so skjótt samráðingarnar eru lidnar vita vit, um tað verður neyðugt at leggja lógina fyri tingið aftur. Eitt er greitt. Hesar verkætlanir skulu fremjast!
Somuleiðis fegnist eg um, at depil til fjølbrekað verður liðugur í 2014. Nýggi depilin bøtir munandi um umstøðurnar hjá teimum sum bera fjølbrek, bæði hjá teimum sum hava tørv á umlætting og búplássi. Ein depil við nýmótans hentleikum og møguleikum til børn við fjølbreki.
Harumframt er verklagslóg løgd fram um ein virknis- og menningardepil í Sandoynni til fólk við serligum avbjóðingum, sum er eitt øðrvísi tilboð enn tey siðbundnu vit eru von við á økinum. Hugsjónin handan depilin er, at tilboðið kann broytast alt eftir tørvi og hugflogið.
Eisini eru 14 mió. settar av til íbúðir til ung í Tórshavn, sum hava tørv á einari serligari eftirvernd eftir at hava verið í einari fyriskipan. Hetta er eitt bútilboð har tey kunnu menna seg til eina vaksnamannatilveru undir tryggum kørmum
Vit eri farin í gongd við at samskipa tænasturnar millum ráðini og millum myndugleikarnar – ein verkætlan vit rópa “Tann góða tilgongdin”. Tað eru Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið, ið samstarva um arbeiðið, sum hevur tað endamál, at tryggja at borgarin, sum hevur tørv á stuðli og hjálp ikki dettur í millum skipanirnar.
Nýskipanir í stoypuskeiðini
Eg eri púra samd við teimum, sum eftirspyrja fleiri nýskipanir av almenna geiranum. Eg kann við gleði upplýsa, at tær eru á veg. Ein nýskipan er framd á mínum øki og tað er tann um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum eg var nærri inni á í áðni. Ein onnur er rættiliga nær við, nevniliga at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita. Har vera sum sagt lógaruppskot løgd fyri tingið nú í vetur, sum skulu fremja hesa nýskipan. Og somuleiðis er ein nýggj pensjónsnýskipan klár at fara í politisku mylluna til viðgerðar og gongst sum ætlað verður uppskot til pensjónsnýskipan fyri tingið í ár.
Mantraið má vera, at ístaðin fyri at gera generellan niðurskurð við plenuklipparanum, skulu nýskipanir setast ovast á dagsskránna frameftir.
Sum eg legði fyri við at siga, so skulu vit sjálvandi ikki mála eina falska kollasjumynd av einum samfelag, men eg fegnist enn einaferð um, at samgongan og landsstýrið hesur sett nøkur litføgur strok á hendan fíggjarlógarmálning, sum enn ikki er liðugt málaður.