Annlis Bjarkhamar:?Eg vil vaska talvuna reina

28 ára gamla Annlis Bjarkhamar verður landsstýriskvinna í mentamálum. Hon sær tað sum ein forkunnugan møguleika, og hon ætlar at vaska talvuna reina. Kjakið um fólkaskúlin skal vendast til at gerast positivt

SAMRØÐA

Á miðjara nátt týsnáttina ringdi telefonin hjá Annlis Bjarkhamar. Tað var frá Tjóðveldisflokkinum, og boð vóru eftir henni at koma oman á Gamla apotek til eitt prát. Hon fekk beinanvegin varhugan av, at nú var okkurt á veg, og so var eisini. Niðri á Gamla apoteki fekk hon nevniliga bjóðað at gerast landsstýriskvinna í mentanarmálum.
?Tey høvdu ógvuliga góðar grundgevingar, har tey m.a. søgdu, at tað var umráðandi at gera íløgur í framtíðini. Samstundis varð tað mær gjørt greitt, at hetta var eitt stórt og rúgvismikið arbeiði. Eg hevði ikki nakran hóming av, at eg var í uppskoti til at gerast landsstýrismaður, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon valdi at taka av tilboðnu, og um stutta tíð kann hon alment kalla seg fyri landsstýrismann.
?Eg vil vaska talvuna reina. Eg haldi, at tað er nógv vanahugsan, hvør eigur at vera landsstýrisfólk. Hevur tú hugsjónirnar, so haldi eg avgjørt, at tú hevur fortreytirnar, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon sigur altíð havt verið virkin innanfyri mentanarliga øki, og hetta kann mestur roknast sum ein av orsøkunum til, at tað gjørdist hon, sum skal í landsstýrið.
Hon sær tað sum ein forkunnugan møguleika at sleppa at royna sæti í landsstýrinum, ið eitt nú Tórbjørn Jacobsen hevði um hendi eina tíð og fýra tjóðveldismenn hava roynt seinastu fýra árini.
?Eg havi nøkur heilt greið mál. Tað hevur ongantíð ligið til mín at stilla upp. Eg haldi eisini, at tað kann gerast ein fyrimunur, tá eg kanska ikki eri so slípað, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ongantíð hevur stillað til eitt løgtings- ella fólkatingsval.
Hon sigur seg hava greiðar hugsanir, sum fara at merkja hennara arbeiði sum landsstýrismaður næstu árini.
?Sum læraraskúlanæmingur liggur fólkaskúlin sjálvandi mær rættiliga nær. Eg ætli eisini, at fáa vent tað nógva av kjakinum um fólkaskúlan til at gerast meira positivt, sigur Annlis Bjarkhamar.
Eisini fær hon nógv at síggja til í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, ið fellir innanfyri hennara málsøki.
Annlis Bjarkhamar heldur, at tað hevur stóran týdning, at mann ger seg greitt, hvat tað er, mann vil.
?Eg haldi, at mentanarøkið er grundleggjandi. Vit skulu ikki leggjandi hond á skapandi mentan. Listin og mátturin má veksa, sigur Annlis Bjarkhamar.

28 ár
Annlis Bjarkhamar er 28 ára gomul, og hon er ættað úr Vági, men í løtuni búsitandi í Havn. Hon gongur á Føroyar læraraskúla á síðsta ári. Hesa seinastu tíðina hevur hon eisini starvast á Eysturskúlanum í praktikk. Hon hevur aktiv í Tjóðveldisflokkinum seinastu átta árini. Ein stóran part av hesari tíðini hevur hon verið formaður fyri Unga Tjóðveldið, sum hon eisini var við til at endurstovna í 1998. Hon hevur gingið á háskúla tvær reisir, og hon hevur eisini roynt seg sum útvarpsfólk, og nú verður hon altso landsstýrismaður í mentanarmálum.
Hon verður yngsti landsstýrismaðurin nakrantíð, og fyrsta tjóðveldiskvinna í landsstýrinum síðani Jóngerð Purkhús.