Er ætlanin at broyta lógina um ansingarsamsýning?
Tað er ein spurningur, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal svara í Løgtinginum í morgin.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tað ber til at fáa samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
Men tað er bara galdandi, har tann, sum verður ansaður, er fyltur 67 ár og hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.
Hetta merkir, at viðkomandi hevur brúk fyri hjálp, umsjón og umsorgan alt samdøgrið.
Endamálið við hesi samsýning er, at geva møguleika fyri at eldri óhjálpin kunnu vera verandi heima heldur enn at fara á røktarheim, um familjan og viðkomandi vilja tað.
Vil ein verða ansari, metir Almannaverki um viðkomandi er førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna.
Ansarin má ikki hava annað lønt arbeiði í størri mun, og vanliga er tað ikki meiri enn 20 tímar um vikuna.
Hevur ansarin arbeiði afturat ansingini, má trygd vera fyri, at onnur eru í húsinum, sum kunnu vera um tann óhjálpna, meðan ansarin er til arbeiðis.
Eygunn Samuelsen vil nú hava at vita um ætlanin er at broyta lógina soleiðis, at tað skal bera til at ansa fólki heima, ið bera brek, og sum eru yngri enn 67 ár.
- Fíggjarliga skuldi hetta ikki verið ein trupulleiki, tí kostnaðurin fyri eitt búpláss er munandi hægri enn ansingarsamsýningin, heldur hon.
At hetta er ein trupulleiki fingu vit eitt dømi um í Sosialinum 12. desember, tá ið ið Malena Arnholdsdóttir fortaldi, at hon hevði ikki kunna arbeitt í fýra ár, tí hon mátti vera heima at ansa soninum, men hon fekk ongan stuðul frá almannaverkinum, tí sonurin var yvir 18 ár. |