– At stuðla túrinum hjá Livar Nysted við so stórari upphædd hevur bara kunna latið seg gjørt við góðari hjálp frá okkara limum og fólk annars sum hava verið við til at savna henda pening inn, sigur felagið í fráboðan.
Felagið, sum varð sett á stovn í 2004, hevur í dag meira enn 500 limir, sum starvast innan fyri nógv ymisk arbeiðsøki uttanlands, har størsti parturin av limunum starvast innan sjóvinnuøki. Felagið ger nógv burturúr á tí sosiala økinum, har tey skipa fyri tiltøkum av ymsum slag. Eisini royna tey eftur førimumi at veita ráðgeving um pensiónir, skatt og annað, sum hevur felags áhuga.
Túrurin hjá Livari Nysted byrjar á leið 1. juni á vestursíðuni av Australia nærhendis Perth, og er málið Mauritius, sum teir ætla at náa náa mánaðir seinni. Hettar ein teinur upp á 6.500 km á opnum havi, og eru teir tríggir at rógva bátin RIO, sum er 29 føtur til longdar.
– Vit fara at ynskja Livari alt tað besta á túrinum vestur yvir hav, og fara vit at fylgja honum á túrinum við at skriva greinar og leggja myndir út á alnótina, sigur felagið Antares.