Anton Petersen: Endin á grønlands­útróðrinum var syrgiligur

Nú eru vit komin til seinasta part av frásøgnini hjá Anton. Útróðrartíðin í Grønlandi fer at halla. Tá hendir eisini ein syrgilig og gátufull hending, nevniliga at ein kvinna hvørvur

5. partur

 

Í seinasta parti varð komið inn á vanlukkuna við Ternen, sum kostaði átta ungum monnum lívið. Hetta var bert eitt dømi um, hvussu vandamikið lívið var í Grønlandi. Eg minnist eina aðra hending frá nakað teirri somu tíðini. Eitt norskt skip hevði funnið eina grønlendska jollu, sum varð sett uppá land í Føroyingahavnini.

Tað vóru tveir grønlendingar, sum vóru farnir til útróðrar. Men teir vórðu fangaðir í ísinum og sluppu ikki leysir aftur. Teir høvdu telgt í bátin, at nú ætlaðu teir sær at royna at ganga eftir ísinum til lands. Men teir komu ongantíð fram! Henda hending var ikki nakað eindømi.

Eg havi greitt frá fleiri dømum um, hvussu veðurlíkindini kundu vera í Grønlandi. Her er eitt annað dømi.

Tá ið vit í 1952 vóru í Ravns­oynni, vóru vit til fiskiskap norðan fyri Fiskanes. Eina ferð vóru vit farnir norður eftir um kvøldið uppá at vera burtur í tveir dagar. Vit høvdu verið har norðuri nakað frammanundan og høvdu har funn­ið eina góða vík, har ein smátta var.

Vit fóru so út um morgunin. Tað var gott veður, blika logn og stór alda í sjónum.

Hetta er rætta illveðursteknið í Grønlandi. Tað var nakað av fiski at fáa. Vit fingu nøkur hundrað pund. Meðan vit liggja har og fiska, nú dregur eitt stórt skýggj uppá luftina uttan fyri okkum. Meðan vit hyggja eftir hesum, kemur eitt ljós í hvønn endan á skýn­um. Tað sá út sum tá ið maður sveisar. Tað stóð soleiðis eina løtu. So fór toran at ganga, og regnið oysti niður.

Ongantíð, hvørki fyrr ella seinni, havi eg hoyrt toruna ganga í Grønlandi. So brann hann á við stormi lágt. Tað bleiv av allar ringasta veðri.

Tað er soleiðis í Grønlandi, at tá ið hesi illveðursteknini eru, er tað altíð fyri lágætt.

Vit fóru so at sigla inn, tað var um eitt korter at sigla. Men so ringt veður var, at vit høvdu úr at gera við at ansa bátinum, at stýra og at pumpa. Vit komu so inn í víkina og fóru so í hesa góðu smáttu.

Primus og petroleum høvdu vit altíð við okkum, so vit høvdu tað ikki so galið. Men verri var, at veðrið helt á við sama lag við toruslátti og stormi í tvey og eitt hálvt samdøgur, áðrenn tað linnaði nakað. Men tað var ikki veður at fara at sigla suður í Ravnsoynna. Vit høvdu ongantíð verið í Fiskanesi fyrr, men vit høvdu eina hóming av, á hvørjari oyggj bygdin var.

So var farið at leita, tí bæði matur, bensin og petroleum var farið at ganga undan. Vit komu til Fiskanes í øllum góðum. Aftaná vísti tað seg, at vit vóru farnir longstu leið. Vit vóru staddir út fyri norðurendanum á oynni, har bygdin lá. Hetta vistu vit ikki tá. Vit fóru suður um oynna, sum er rættuliga stór. Vit komu sostatt at sigla næstan runt alla oynna, og var hetta rættuliga drúgt.

 

»Hava tit ørindi?«

Men vit komu til Fiskanes í øllum góðum og blivu eisini væl móttiknir. Har vóru fleiri fólk niðri á brúnni, tá ið vit løgdu at. Ein maður steig fram og spurdi, um tað var avgjørt neyðugt, at vit komu higar. Pápi mín, sum var formaður á bátinum, helt, at tað var tað, tí at alt var farið at ganga undan hjá okkum. Tá vísti seg, at alt var í lagi. Vit blivu sera væl móttiknir, og tey vóru óføra blíð.

Eg skilti ikki fyrr enn aftaná, hví hesin maðurin hevði málborið seg soleiðis.

So seint sum í 1952 var Grøn­land eitt lukkað land. Hetta merkti, at var man ikki nærum í lívs­vanda, var ikki loyvi at koma í samband við grøn­lendingar.

Hesin maður vísti seg at vera stak blíður, og hann hjálpti okkum alt hann kundi. Hann var skúlalærari í bygdini og æt Jørgen Petersen. Vit avreiddu so fiskin, sum vit høvdu fingið, áðrenn illveðrið brast á.

Tað vóru eisini fleiri, sum tóku eina hond í við okkum og hjálptu at bera fiskin niðan í fiskahúsið. Tað var eingin brúgv tá við fiskahúsið, men ber hella. Nú er hetta sjálvsagt nógv øðrvísi.

Vit fingu so keypt mat og petroleum, men tað var verri við bensininum. Tá í tíðini brúktu grønlend­ingar bara ráoljumotorar. Seinni kom onkur bensin­motorur, men seinni aftur bleiv tað bara diesel.

Vit komu so suður aftur í Ravns­oynna í øllum góðum, og so var tann túrurin av.

 

Norskur trolari á Portugisaraboðan

Í 1964 eri eg eisini í Føroyinga­havn­ini. Fiskiskapurin mundi vera á ein­ari leið, sum hann plagdi at vera til vit koma út í árini 1967-68.

Hetta summarið fór ein norsk­ur trolari á Stóraboða ella Portugi­sara­boðan. Hetta var sami boði, sum portugisiska skipið Santa Maria Magdalena fór á, og sum hann tí fekk navn eftir.

Hesin trolarin æt Dragaberg og var upprunaliga úr Føroyum. Norðmenn keyptu hann og varð­veittu navnið.

Hetta hendi undir líknandi umstøðum, men tó var ikki mjørki. Hann hevði verið inni á Nordafar í onkrum ørindum. Illveður hevði verið lágt, men tað var blivið fín­­asta veður. Hetta var um kvøld­ið, men tað var ljóst, tað var jú summar. Háflóð var eins og tá ið Santa Maria fór.

Eg veit ikki, um nøkur roynd varð gjørd at bjarga skipinum, men tað bleiv í hvussu so er standandi á boðanum. Nordafar byrjaði at bjarga fiskinum úr skipinum, men teir hildu uppat. Eg hoyrdi, at tað komst av tí, at skipið stóð so illa. Tað er dýpi beint norðan fyri boðan, og skipið stóð og rillaði. Tað kundi hvørja løtu glíða norður av boðanum, og so kundu fólkaskaði staðist burturúr, um nakar var umborð.

Hesin boðin var ógvuliga mein­­ur. Hann lá beint suður úr Svartaskeri, og ímillum boðan og Svartasker var siglingin inn til Føroyingahavnina. Varð siglt ov sunnaliga á kundi blíva galið.

Sunnan fyri Føroyingahavnina, nakað sunnan fyri Tre Brødre, var eitt sker, sum var næstan meinlíkt Svartaskeri. Landslagið rundan um minti eisini fyri tí ókunnuga um landslagið við tað norðara skerið.

Ein føroyskur trolari fór á hetta skerið og bleiv vrak. Tað hevur helst verið tíðliga á vári í 1955. Eg minnist, at tá ið vit vóru á útróðri og sigldu fram við, sást forendin á skipinum standa á skerinum.

Hesin trolarin æt Kópanes og var úr Vestmanna. Hann skuldi fiska til Nordafar.

Rituvíkingar høvdu átt hann áðrenn, tá æt hann Skoraklettur. Hetta hendi fyrsta túrin, sum hann kom inn at landa.

Vit byrjaðu við fýra monnum hetta summarið, men skjótt fór Manasse av. Hann var ein ungur grønlendingur, sum hevði verið við okkum árini frammanundan.

Hann fór við Hans Oliver Høj­gaard og bleiv verðandi við har eini tvey ella trý ár.

Hetta var í teirri tíðini, tá ið teimum mongu línubátunum manglaðu fólk, og teir tóku grøn­lendskar fiskimenn við. Nógvir av teimum endaðu eisini í Føroyum og blivu verandi. Mong minnast enn Emanuel Petersen. Hann var fleiri ferðir á veg til Grønlands, men kom aftur hvørja ferð, tí “jeg kan ikke undvære Færøerne!”

Vit vóru so verandi tríggir menn við bátinum. Umfram meg sjálvan vóru vit svágur mín Hjalgrím Peter­sen av Argjum og Símun Joensen av Tvøroyri. Rebekka Lund av Fiskanesi var kokkur.

 

Nú kemur konan eisini við!

Í 1965 eri eg eisini í Føroyinga­havnini, men hetta summarið er Mathea, kona mín, við sum kokkur. Tað var blivið so vanligt at hava konufólk til kokkar, at vit blivu samd um at royna tað. Vit høvdu eisini tann elsta sonin, Jens Kristian, við okkum. Hann var tá fimm ára gamal.

Eitt kvøldið vit ikki komu aftur fyri veður, gjørdi ein maður seg inn á skúrin, meðan vit vóru burtur.

Hurðin var stongd, men maður­in royndi at koma inn gjøgnum eitt vindeyga, sum ein rútur var brotin í. Mathea hevði úr at gera við at verja seg innan fyri við einum kusti.

Eisini hevði hesin sami maður verið yviri við skúrin hjá Jeffri Durhuus og roynt at seta eld á. Men har var manningin komin upp til at fara til útróðrar, so teir fingu forða fyri tí.

Tílíkar hendingar gjørdu, at man føldi seg ótryggan. Hetta var galdandu bæði fyri tey, sum vóru á landi og hjá okkum, sum vóru frá húsum um dagarnar.

Seinni vísti tað seg, at hesin maður var stýrimaðurin á einum týskum trolara, sum lá inni á Nordafar.

Tað er langt at ganga og ikki so lætt at finna hjá ókunnugum, so tað var væl tillagt. Eisini hevði maðurin karvað telefonkaðalin, sum lá millum Nordafar og Gomlu Føringahavnina. Vit hoyrdu so seinni, at hesin góði maður var heimsendur.

 

Aftur í Grátifjørðin

Hetta summarið var vánaligur fiskiskapur á leiðunum við Før­oyinga­havnina, í hvussu so er hjá okkum. Men tað frættist frá góðum fiskiskapi í Grátufjørð­inum. Vit fóru so suður hagar. Tað var 8. august, at vit komu í Grátufjørðin.

Tað stóðu tveir tómir skúrar í norðaru havn, sum tað bleiv kallað. Hesar áttu sumbingar. Hetta var ein íbúðarskúrur og ein saltingarskúrur. Men teir vóru ikki har yviri hetta summarið, Tað var liðið so nógv út, at vit vistu, at teir komu so ikki yvir aftur. Vit fluttu so inn í íbúðarskúrin.

Saltingarskúrin keypti eg um veturin at innrætta sum íbúðar­skúr várið eftir. Fyrsta dagin vit vóru úti, fingu vit 7-8000 pund, hetta var góður fiskiskapur. Hetta var nær landi við eina oyggj, sum kallaðist Hestoyggin. Hon liggur við sunnara arm á Grátufjørðinum. Fiskiskapurin har suðuri vignaðist hampuliga væl í mun til tað, sum hevði verið har norðuri. Tilsamans fingu vit 91.236 kg, sum gav kr. 60.135.48 í avreiðingarvirði, og ein manspart uppá kr. 10.724,57. Ikki kann tað sigast at vera stór inntøka fyri sløk hundrað tons hjá fýra monnum.

Vit komu yvir við Skanderborg, sum var eitt stórt og skjóttgang­andi skip. Vit høvdu ikki meira enn fimm samdøgur yvir til Grønlands, men tað var eisini fínasta veður allan vegin. Heim aftur komu vit eisini við Skanderborg, tíðin heim var nak­að tann sama. Har í víkini sum vit vóru, Norðaru havn, vóru bara tríggir bátar hetta summarið. Teir vóru Ravnur av Eiði, Grani úr Vík og Bogi, báturin hjá mær.

Við hettar summari vóru um­framt meg og Matheu, Mortan Jacob­sen úr Víkarbyrgi, Símun Joen­sen av Tvøroyri og ein úr Godthåb, sum kallaðist Edvard.

 

Sprongdu ís við dynamitti

Í 1966 komu vit eisini yvir til Grønland við Skanderborg. Sum nevnt keypti eg saltingarskúrin frá einum sumbingi, Jørmund Stenberg, um veturin 1965. Við okkum høvdu vit tilfar til at innrætta saltingaskúrin við.

Líðarenni, sum pápi mín átti, førdi tilfarið suður í Grátufjørðin. Hetta var ein bátur um 25 tons. Hann hevði siglt fyri Nordafar við fiski og við útgerð millum Føroyingahavnina og Grátufjørðin í 1964 og 1965. Men nú var hann blivin ov lítil, tí útróðrarbátarnir vóru blivnir fleiri. Sluppin Seagul hevði yvirtikið siglingina.

Vit komu so suður í Grátufjørðin við Líðarenni. Tað hevur verið um hálvan mai. Tá lá víkin full av føstum vetrarísi. Hetta var vanligt við trongum víkum, tá ið komið var tíðliga yvir. Hetta við ísinum var helst har. sum nógv feskt vatn var. Tá frysti jú skjótari.

Hjá okkum hevði tað týdning, at tað rann ein stór laksaá út í hesa trongu víkina.

Tað bleiv so lagt at ískantinum. So var farið at fáa tilfarið fyrst niður á ísin, og síðan var farið at draga tað inn til skúrin. Til hetta brúktu vit eina lítla jollu hjá Líðarenni. Tilfarið bleiv lagt í hana. So drógu vit hana sum sleðu, men hetta var ikki so lætt sum at siga tað.

Tað mundi vera einar 2-300 metrar frá ískantinum inn til skúr­in, men hetta gekk kortini bara væl.

Men enn var ikki liðugt. Nú var eftir at innrætta skúrin. Vit innrættaðu umleið helvtina av honum. Skúrinum var jú rættuliga stórur, so vit høvdu ikki brúk fyri øllum til at búleikast í. Vit innrættaðu hann í trý rúm, ein køk, eitt manningarrúm og eitt kamar til mín og Matheu.

Til hetta arbeiðið høvdu vit eina góða viku.

Meðan hetta gekk fyri seg, vóru vit einsamallir í víkini. Hini bátaløgini komu ikki fyrr enn ein túr seinni. Eg haldi heldur ikki, at nakar var komin í sunnaru víkina.

Tá ið so hinir menninir komu, var farið at rudda víkina fyri ís. Til tað bleiv nakað av dynamitti brúkt fyri at spreingja ísin sundur. Síðani blivu ísstykkini sleipað út úr víkini. Hetta arbeiðið tók hópin av tíð. Tá ið hetta var liðugt, var farið at rógva út, og fiskiskapurin var eisini góður ta fyrstu tíðina.

 

Syrgiliga vanlukkan

Um hálvan juni hendi ein syndarlig og óhugnalig vanlukka. Tað var soleiðis, at í víkini hjá okkum vóru trý konufólk, ið vóru kokkar. Við hinum báðum bátunum var ein víkagenta við hvørjum báti. Kona mín var við okkum. Hon hevði búð í Vík, har pápi hennara var lærari eitt skifti. Við tveimum víkabátum í sunnaru havn vóru eisini víkagentur kokkar, so tær fýra kendust væl.

Ein av gentunum i sunnaru havnini, Diana Jacobsen, hevði ein dagin verið og vitjað í víkini hjá okkum, meðan bátarnir vóru á útróðri. Tað var av allar fínasta veðri, tað var eisini hásummar. Diana var farin avstað aftur um kvøldið. Tað vóru umleið 20 minuttir at ganga ímillum báðar havninar. Tað var gott at ganga. Tað var heldur ikki villingarsamt og helst ikki á veg til ta sunnaru havnina, hagar hon jú var farin.

Har sóust skúrarnir hvørja ferð ein kom uppá ein heyggj. Í hinari víkini hjá okkum var eitt sindur øðrvísi. Her sóust skúrarnar ikki fyrr enn ein stóð uppi yvir teimum, tí at teir lógu aftur undir einum hamara.

Umleið hálvgum ellivu á kvøldi, kom báturin, sum Diana var kokkur við, at spyrja eftir henni.

Kona mín segði so sum var, at hon var farin frá okkum um fimmtíðina um kvøldið. Tað var so farið at leita. Ljóst var sum um dagin og fínasta veður. Tað bleiv leitað fyrst alla náttina, so í eina heila viku. Løgreglan úr Godthåb kom eisini uppí við hundum. Einki var at finna. Einasta spor var, at tað sást, at hon hevði gingið tvørtur um eina fonn. Tað var ein stór gáta, hvat ið kann hava verið hent gentuni. Sum leiðin lá millum víkirnar var tað roknað sum ósannlíkt, at hon var farin til sjós. Henda gátan er ikki svarað enn, og verður tað neyvan, nú so langt er fráliðið.

Henda hending loypti eisini so stóran óhugna og ótrygd á okkum øll. Serliga var hetta á teir, sum høvdu kvinnur sum kokkar. Tær vóru jú eftir á landi, meðan vit sjálvir vóru á útróðri langar leiðir. Í mínum føri hevði eg konu og ein lítlan son við, so hetta var í tonkunum allan dagin. Vit vistu jú ikki, hvat ið var hent. Og eingin dugdi heldur at hugsa sær nakra rímuliga frágreiðing uppá tað, sum hent var.

Fyri mítt viðkomandi gjørdi hetta, at eg royndi at koma aftur at landi, áðrenn myrkt var, hóast at hetta hendi í ljósum.

Niels Jacob Nielsen av Strond­um greiðir frá, at hann hendan lagnudagin lá sum skipari við Havfrúnni út fyri Fiskanesinum. Hann lurtar tilvildarliga á fiska­bylgjuni og hoyrir Seagul rópa, um nakar hoyrir hann. Niels Jacob svarar aftur, og tá er trupul­leikin, at Seagul sum siglir við fiski millum Gretufjørðin og Føroyingahavnina og lá inni í Gretugjørðinum, hevur roynt at koma í samband við løgregluna í Godthaab, men hetta var ikki eydnast. Niels Jacob fekk so fatur í Godthåb og politinum har. Teir vildu hava meira at vita um tað, sum var hent. Hetta endaði so við, at teir fingu eina rás, har teir kundu samskifta beinleiðis.

Niels Jacob kendi Dianu, tey vóru trýmnenningar. Drongur hennara Gutti var við í Gretufjørðinum, og tey skuldu giftast, tá ið tey komu heim aftur.

Sama dag sum Diana hvarv hevði mamma hennara lagt brúðar­­út­stýrið á blik! Gutti er eisini deyð­ur nú, og hann giftist ikki.

Niels Jacob sigur sum onnur ið kendu Dianu, at hon var eitt deiligt menniskja.

Heim um heystið komu vit við Nansy S. úr Svendborg.

Við hetta summarið vóru um­­framt meg og Matea, Símun Joensen og Elias Antoniusen av Tvøroyri og eisini Egede Motsfeldt av Fiskanesi.

 

Aftur í Føroyingahavnini

Í 1967 eri eg aftur í Føringa­havn­ini. Eg seldi skúrin hjá mær í Grátufjørðinum til tveir sumbing­ar. Teir áttu ein bát, sum æt Brúnaberg. Teir vóru í sunnaru havn summarið fyri.

Eg flutti so aftur í Føroyinga­havnina. Har dámdi mær eisini betur, tá ið saman um kom. Eg var betur kendur har, og har var høgligari í allar mátar. Eg hevði jú verið so nógv ár í Før­­oyinga­­havnini. Hetta summar­ið var lítil manning við. Eg fór einsa­mallur úr Føroyum yvir til Grønlands.

Pápi mín var farin at sigla við einum báti, sum sigldi við frakt har uppi. Hetta var fyrrverandi Norðberg, sum nú kallaðist Sadelen.

Martha og Arne, móður og sonur, úr Fiskanesi vóru í skúrin­um, sum pápi mín átti í Dagmars­vík, og sum hann var vanur við at brúka, tá ið hann róði út. Eg var so í hesum skúrinum hetta summarið. Arne kom at rógva út við mær og Martha var kokkur. Arne var bara 15 ár tá. Hann var so við mær nakað út á summarið. So bleiv hann sjúkur í hondini og mátti gevast. Arne og Martha komu til Føroyar at búgva. Martha doyði fyri nøkrum árum síðani.

Nú lá tað so væl fyri, at pápi mín beint tá var farin av bátinum, sum hann sigldi við. Hann kom so at rógva út við mær. Vit róðu so út tveir einir tíðini, sum eftir var.

Hetta summarið róði eg fyri tað mesta út á Fiskanesbankan. Har var so lagaligt at liggja og reka. Teir fiskarnir, vit fingu, vóru yvirhøvur stórir, so tað hildnaðist væl, um man nabbaði eitt sindur.

Fiskað var hampuligt í mun til manningina. Vit vóru jú bara tveir menn fyri alt summarið. Vit fingu 56.415 kg í ráfiski. Tað gav til samans 28.207,50. kr. Útreiðsl­urnar blivu sjálvandi størri pr mann, tá ið vit vóru so fámentir. Hevði tað verið sum heima í Føroyum nú, so hevði inntøkan verið stór.

Hetta summarið vóru vit um­framt meg sjálvan Arne Stefani, Fiskanes, Jens Kristian Petersen, Froðba og Martha Stefani, kokkur, Fiskanes.

 

Seinasta árið í Grønlandi

Í 1968 var eg eisini í Føroyinga­havnini, og hetta var eisini seinasta árið, eg var í Grønlandi. Vit vóru tríggir menn. Tað var hampuliga góður fiskiskapur at byrja við. Men hetta summarið bleiv eitt ísár. Ísurin kom einaferð í juni mánað, og hann stongdi alla Føroyingahavnina.

Tað vóru nakrir bátar, sum troðkaðu seg ígjøgnum ísin og fiskaðu út frá Godthåb. Men hetta vóru mest Nordafarbátar. Teir høvdu dekk, stýrihús og lugar og vóru sostatt liviligari at liggja úti við. Men hetta hevði eg ongan hug til, og hetta var saman umtikið eitt miseydnað ár.

Við vóru umframt meg sjálvan Óli A. Stakslíð, Tjørnuvík og Johann­es Johannesen, Kollafjørð.

 

Strævin men góð tíð

Sum áður sagt frá, var eg við pápa mínum til og við summarið 1957. Í 1958 keypir hann bátin Fleyr frá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri.

Pápi mín rør so út við Fleyr summarið 1958, og eg fari so at rógva út við gamla Boga. Um heystið, tá ið vit fara heim, verður gamli Bogi seldur, og vit byggja okkum hvør sín bát.

Báturin hjá mær fær navnið Bogi og tann hjá pápa mínum far navnið Magnus Heinason. Hann rør so út við honum til og við summarið 1962.

Samstundis hevur hann Fleyr summarið 1960 við aðrari manning, men selur hann í 1961 til ein danskara í Godthåb. Jacob Tindalíð úr Vági rekur nú Magnus Heinason summarið 1964, tí nú hevur pápi mín keypt Líðarenni úr Vági, sum Jaspur Tausen er komin yvir til Grønlands við.

Hann var merktur líka undir 20 tons. Jaspur kom eisini yvir við Norðberg, sum fær navnið Sadelen.

Hetta var eitt fjall á Godthåbs­leiðini. Tað var fyrr brúkt sum ýti av skipum, sum sigldi upp á Godthåb. Fjallið var eisini ýti hjá bátum, sum róðu út í Føringahavnini.

Harry Johannesen, beiggi Berint í Kollafjørði, keypti bátin og brúkti hann at sigla við frakt á vesturstrondini á Grønlandi. Norðberg var størri bátur enn Líðarenni, kanska eini 80 tons. Tað var við honum pápi var við, tá ið hann kom at rógva út við mær.

Pápi selur nú Magnus Heinason um heystið í 1965 til Sofus Davidsen úr Æðuvík, og hann fær nú navnið Sjóblomstrið.

Pápi mín var við Líðarenni til fiskiskap summarið 1963. Palle Nielsen, Palle hjá Mikkjal í Geil, var skipari. Um veturin í 1964 til hann um heystið í 1967 kemur heim, er hann í Grønlandi. Har siglir hann nakað við frakt um veturin fyri Grønlands Tekniske Organisation við olju, salti, og tílíkum frá Godthåb til Fiskanes.

Um summarið fer hann at sigla fyri Nordafar við fiski frá bátunum í Grátufjørðinum norður til flakavirkið í Føroyingahavnina og við útgerð suður aftur, so sum bensin, proviant og annað.

Hann siglir eisini somu rutu at byrja við summarið 1965, inntil sluppin Seagul tekur yvir. Tá var Líðarenni blivin ov lítil. Tað vóru blivnir fleiri bátar, sum róðu út. Ein sumbiarbátur hevði verið okkurt ár framman undan, tá vóru teir til saltfisk.

Tað var í skúrinum hjá teimum, ið vit búðu summarið 1965. Hin báturin var víkabátur. Líðarenni er so til útróður restina av summ­ari­­n­um við pápa mínum sum formanni.

Jóan Jakob Simonsen úr Sanda­vági var ein av manningini. Hann hevði árini framman undan verið eitt slag av umboðs­manni fyri útróðrar­menn­irnar í Føroyinga­havnini. Hann var ógvuliga góður at heita á. Tá ið vit til dømis vóru seinir aftur um kvøldarnar og tørv­aðu nakað, so fekk hann fatur á tí.

 

Bakur kemur til hjálpar

Um summarið í 1966 er Líðarenni eisini til fiskiskap við pápa mínum sum formanni, til hann einaferð í august mánað brýtur motorin. Teir vóru tá staddir nakað norðan fyri Grátufjørðin. Hetta er nakað seint á kvøldi og svart í mjørka.

Teir flestu bátarnir vóru aftur­komnir, men Bakur, sum John Dam førdi, hoyrdi tá ið Líðarenni kallaði og bað um hjálp. Teir vóru staddir á Fiskanesbankanum. Hetta var í seinastu løtu. Beint eftir, at teir høvdu havt samband, misti Líðarenni streymin.

Bakur setti fulla ferð á eftir tí peiling, sum hann fekk, og tað gekk skjótt, til hann kom beint á teir. Men tá vóru teir eisini komnir tætt í land. Bakur sleipaði teir so norður í Føroyingahavnina til smiðuna har. Men tað vísti seg, at skaðin var so stórur á motorinum, at tað loysti seg ikki at gera motorin aftur hetta heystið.

Hann bleiv so vetrarfortoyaður úti í Føroyingahavnini, í Spritt­víkini, sum teir kalla. Men har fór ísurin við honum um veturin ella kanska um várið.

Í 1967, frá onkuntíð um várið og til einaferð í augustmána, siglir pápi sum sagt við Sadelen, sum Harry Johannesen eigur og førir. Hann rør nú út við mær restina av summarinum. Í 1968 keypir hann frá Nordafar Nordafarbát nr 2, sum fær navnið Laksafoss.

Hann er ein av teimum bátun­um, sum Nordafar hevði latið byggja. Teir fyrstu Nordafar­bátar­nir vóru umbygdir nótabátar. Hes­ir bátar høvdu stýrihúsi har frammi, meðan teir, sum Nordafar lat byggja, høvdu stýrhúsið har afturi.

Hesum bátinum róði hann nú út við um summari, og um veturin er hann aftur í Grønlandi og fiskar laks við honum, til hann um heysti kemur heim við Laksafossi. Hann rør nú út við honum til hann føstulávintsmánadag í 1975 í fínasta veðrið verður ásigldur út fyri Tvørafjørði. Pápi druknaði og hann kom tískil at enda sítt lív á sjónum.

Hetta er so nakað av tí, sum eg minnist frá útróðrinum í Grønlandi.

 

Tøkk til Anton

Útróðurin í Grønlandi fer nú at halla. Í 1968 var seinasta árið hjá mongum havnum. Í 1969 og 1970 góvust teir í øðrum. Hildið var á til 1975 í Føroyingahavnini.

Vit takka Anton fyri hesa frá­søgn. Vit vita, at mong hava lisið hana við áhuga og hava verið fegin um hana.

Tað er gott at vit hava menn sum Anton, sum minnist so væl til, og sum tí kann geva eitt slíkt íkast til okkara fiskimannasøgu.

 

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður frásøgn frá sjómannalívinum hjá Tollakk Dam úr Kollafirði, sum eisini róði út í Føroyingahavnini. Eisini verður frásøgn hjá Malmberg Simonsen og øðrum