AP: Økja framleiðslu og menna leiting

-Tað er av avgerandi týdningi, skal Atlantic Petroleum av álvara menna seg, at kapitalgrundarlagið verður økt enn meira umframt at leiting fær hægri raðfesting segði Birgir Durhuus, nevndarformaður á aðalfundinum herfyri.

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði sín árliga aðalfund í Havn seinasta vikuskifti, har formaðurin greiddi frá farna árinum og roknskapurin varð framlagdur og samtyktur. Eisini varð nevndarval. Poul Mohr og Mortan Johannesen stóðu fyri vali. Mortan ynskti ikki at halda fram og í hansara stað var uppskot at velja skotska oljumannin David McFarlaine. Aðalfundurin gjørdi av at afturvelja Poul Mohr umframt at velja David McFarlaine sum nýggjan í nevndina. Hinir nevndarlimirnir eru Birgir Durhuus, Jan Evensen og Diana Leo.

Væleydnað 2010
Í formansfrágreiðing síni vísti Birgir Durhuus á, at
árið 2010 royndist á mangan hátt væl hjá Atlantic Petroleum. Aftaná eitt sera tungt 2009, har fokus var á at minka skuld og tryggja tey fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum, hevur fokus í 2010 verið at lagt lunnar undir framtíð felagsins.

Nevndarformaðurin vísti á, at sjávt um felagið eisini í 2010 hevur gjørt ábøtur á ta fíggjarligu støðuna í felagnum, eitt nú varð bankaskuldin minkað úr 284 mió. kr við árslok 2009 niður í 162 mió. kr. við ársenda í í 2010, so hava nevnd og leiðsla í høvuðsheitum brúkt sína tíð uppá at tryggja felagnum vakstrarmøguleikar í framtíðini.

Sum árið fráleið gjørdust útlitini fyri AP ljósari. Hetta komst m.a. av, at serliga framleiðslan á Ettrick øktist, samstundis sum oljuprísurin byrjaða at hækka.

Eftir at teir fíggjarligu karmarnir fyri felagið komu í trygga legu við langtíðaravtalum um afturgjalding av skuld, hava nevnd og leiðsla brúkt tíð og orku uppá ta reellu strategisku avbjóðingina hjá Atlantic Petroleum, nevniliga at verandi brunnar tømast.

Høvuðsdenturin hevur tí verið lagdur á partvís at tryggja, at Atlantic Petroleum hevur fíggjarliga orku at keypa seg inn í leitisloyvi og feløg, og partvís at finna egnaðar kandidatar, ið kunnu tryggja, at AP framhaldandi kann framleiða olju, tá núverandi brunnar tømast.

Viðvind
Birgir Durhuus segði víðari, at arbeiði við at byggja tað fíggjarliga grundarlagið upp hevur havt nógvan viðvind av størri enn væntaðari framleiðslu, og ikki minst væl hægri søluprísi av framleiðsluni enn væntað. Nevndin hevur tó álagt leiðsluni í Atlantic Petroleum at økja kapitalgrundarlagið enn meira, tí nevndin metir, at hetta er av avgerandi týdningi fyri, at felagið av álvara kann menna seg.

Tað seinasta árið og kanska serliga eftir at tey bygnaðarligu viðurskiftini komu uppá pláss við setanini av Ben Arabo sum nýggjum stjóra, hevur felagið arbeitt við at tryggja avloysarar fyri núverandi brunnar samstundis sum tað hevur ment um leitisporteføljuna.

Í hesum sambandi er útbyggingin av Blackbird feltinum av týdningi, og sum væntandi fer at geva AP einar 700 tunnur um dagin frá byrjanini av 2012. Perth feltið skal heldur ikki undirmetast í hesum samanhangi, har AP hevur tryggjað sær 10,8%, og olja møguliga kann framleiðast frá 2013.

Bora tríggjar brunnar
Á leitisíðuni var Atlantic Petroleum við í 26. umfari í Bretlandi og fekk her tillutað 3 nýggj leitiloyvi, sum nú skulu búnast saman við samstarvsfeløgunum.

Birgir Durhuus segði, at Atlantic Petroleum hevur ætlanir um at bora 3 leitibrunnar í ár. Tann, sum kanska hevur størst áhuga millum føroyingar, er Brugdan Deep, har man væntandi fer at seta hol á i seinnu helvt í ár. Sjálvt um AP ikki luttekur við meira enn tí eina prosentinum, er boringin av sera stórum týdningi, tí er boringin væleydnað, vil tað umframt brunnin sjálvan økja um virðið á restini av teimum føroysku leitiloyvunum, har AP hevur væl størri partar.

Og nevndarformaðurin helt fram: -Í komandi hálvári er tað okkara vón, at tað grundarbeiði, sum er gjørt fyri at vaksa um framleiðslu- og leitiporteføljina fer at vísa seg í meiri støðugum fráboðanum til marknaðin um innkeyp og yvirtøkur. Generelt hevur tað verið ein trupulleiki hjá AP, at tað hevur verið ov langt millum fráboðaninar til marknaðin, sum tískil hevur havt ov lítið at miðja seg eftir í metanini av AP. Vónandi fer framtíðin at vera øðrvísi á hesum økinum.

Birgir Durhuus takkaði partaeigarunum fyri framhaldandi stuðu og staðfesti, at tað hevur verið stór útskifting millum teir minni partaeigararnar í felagnum seinasta árið, men millum teir størri er so at siga ongin broyting hend.