Miðskeiðis í oktober 2003 flugu tveir havnarmenn (Pætur Dal Christiansen og Heini í Skorini) úr køldu norðurlendsku heystarluftini suður í afrikanska summarið og lendu í søguliga og nógv umstrídda landinum Suðurafrika. Landið, sum síðani 1948 hevur hýst rasistiskari undirkúgan rættvísgjørd av politiskt lóggivnari apartheid skipan, men sum fyrst í 90´unum reistist úr øskuni og við monnum sum Nelson Mandela, Desmond Tutu, F.W. de Klerk og Steve Biko á odda loksins megnaðu at seta á stovn eitt nýtt, fólkaræðisligt Suðurafrika við vón um ljósari framtíð við frælsi og javnrættindum uttan mun til stætt og húðarlit. Við hjálp frá hesum monnum varð fyrsta stigið tikið í gongdini at byggja eitt nýtt land.
Fram til 1. februar arbeiddu vit báðir á einum barnaheimi í Cape Town fyri børn í aldrinum 0-6 ár. Tey 49 børnini á heiminum høvdu hóast sín unga aldur sera fløkta og syrgiliga fortíð, summi sum offur fyri ymsari misnýtslu og ágangi frá tilkomnum, onnur sum svikin og eftirlatin einsamøll í gøtunum í Cape Town, meðan uppaftur onnur antin vórðu smittað ella ávirkað av herviligu HIV smittuni, sum er vorðin ein ímynd av Suðurafrika og í dag tykist vera millum størstu og mest umtalaðu trupulleikar í landinum. Í løtuni eru heili fimm milliónir suðurafrikanskir íbúgvar raktir av HIV smittuni av teimum umleið 40 skrásettu milliónunum í Suðurafrika. Men hetta kunnu vera óálítandi tøl, tí fátækrafólk í milliónatali liva uttan at vera skrásett, uttan at gjalda skatt, uttan matrikulnummar og uttan adressu. So í veruleikanum veit eingin, hvussu stórt íbúgvaratalið í landinum er.
Hesin fyrsti parturin fer tó í størstan mun at snúgva seg um, hvørja yvirornaða samfelagsliga fatan vit fingu av Cape Town 12 ár eftir, at fyrsta demokratiska valið varð hildið, sum Nelson Mandela vann og gjørdist nýggjur forseti 10. mai 1994.
Í skugganum av fortíðini
Hóast áðurnevnda apartheid skipanin loksins fall í fyrru helvt av 90´unum og eitt nýtt politiskt tíðarskeið byrjaði við svørtum og hvítum á jøvnum føti, upplivdu vit hesar mánaðirnar ein bý á tremur við geografiskari, sosialari og búskaparligari sundurskiljing og marginalisering við einum sera sjónligum stættarmuni. Teir tríggir høvuðsbólkarnir (hvít, litaði (coloured) og svørt) livdu í størstan mun sundurskildir, og í ymsu økjunum og býlingunum, vit ferðaðust í, var talan aloftast um eitt antin hvítt, litað ella svart øki burturav, uttan at fólkasløgini livdu blandaði og lið um lið. Hesin trupulleikin er als ikki bert politiskur men botnar í nøkrum djúpari og meiri grundleggjandi. Her hava vit við sjálva menniskjafatanina at gera, har intoleransa, rasisma, fordómar, egoisma og vantandi vilji til samarbeiði eru í hásæti.
Búskaparligi stættarmunurin er skelkandi stórur, har hvíta fólkaslagið sera greitt er við yvirlutan og nærmast hevur einarætt á ríku, paradísisku frítíðarøkjunum framvið vesturstrondini, og fert tú í ein mótsættan eystan kemur tú til nógv umtalaðu og fátæku township býlingarnar, har yvir ein millión íbúgvar í Cape Town búleikast, summi í smáum betonghúsum á tremur við fólki og onnur undir takplátum og tí tilfari, ein annars kann leita sær skjól í. Í hesum økjum er ein hvítur persónur ein sera sjáldsom sjón, og vakti tað tískil ans millum lokalu township íbúgvararnar, tá vit av og á vitjaðu hesi vandamiklu øki.
Vit sannaðu skjótt, at langur vegur er eftir á mál í stríðnum at basa og koma rasismu og apartheid til lívs, tí hóast fyrsta stigið er tikið við nýggjari stjórn og lóggávu, hevja høgir múrar og djúpar gjáir seg í praksis millum fólkasløgini, og á henda hátt hongur fortíðin sum eitt myrkt skýggj yvir landinum og hevur framvegis fastatøkur á materiella býtinum millum rasurnar. Sera sjónligi stættarmunurin er ein náttúrlig orsøk av apartheid, og eingin kann lasta stjórnini hesum eftir bert 10 árum uttan apartheid, men hóast hetta var tað skelkandi fyri okkum at síggja, hvussu sjónligur og stórur munurin og fragmenteringin er í einum og sama býi. Beiski sannleikin er møguliga, at fleiri ættarlið skulu aftur um bak, áðrenn sosial og búskaparlig javnvág er at hóma.
Gjøgnum uppihald okkara ferðaðust vit millum ymsu økini og upplivdu Cape Town í báðum ekstremitetum líka frá frítíðarmarglæti til sera fátæku township býlingarnar. Hóast stór framstig eru gjørd síðani Nelson Mandela og eftirkomarin Thabo Mbeki hava staðið á odda fyri landinum, kundi ein sum gestur saktans hildið, at apartheid enn var galdandi í Suðurafrika.
Rasukvotur vekja misnøgd
Cape Town sigst vera millum vakrastu býir í heiminum, og er hann í løtuni triðstørsta ferðamannastað á klótuni. Tískil koma størstu inntøkur landsins gjøgnum ferðavinnu. Tíverri vitja vesturlendsku ferðafólkini í størstan mun bert peningasterku frítíðar- og undirhaldsøkini, meðan fátæku township økini liggja duld fyri vesturlendska ferðamannastreyminum vitnandi um tað órættvísi, sum Suðurafrika hevur verið og er heimsøkt av. Á einum av okkara túrum út í hesi øki tók okkara guide so rámandi til, at nú vitja vit "the other face of Cape Town". Hann visti, hvat hann tosaði um, við tað at hann sjálvur búði í einum township og sum smádrongur varð tveittur úr miðstaðarøkinum í Cape Town saman við móður og eldra bróðuri sínum.
Síðani 1994 eru nógv tiltøk sett í verk at basa avleiðingunum av syrgiligu og turbulentu fortíð landsins, og áskoðanirnar viðvíkjandi hesum tiltøkum eru sera ymiskar. Fyri at basa stættarmuninum hevur ein svartur persónur í dag betri møguleikar at fáa alment starv enn ein hvítur, og hetta hevur sjálvsagt skapt ónøgdsemi millum hvítu íbúgvarnar, sum halda seg vera fyri vanbýti. Við hesi skipan gerst arbeiðsbýtið millum hvít og svørt javnari við tíðini, men so leingi arbeiðsmegin ikki verður vald eftir fakligum førleika og útbúgving, er tað sjálvsagt ein meinbogi.
Á ítróttarliga økinum eru rasukvotur eisini at finna, sum serliga eru sjónligar og eisini nógv umtalaðar í best umtóktu ítróttargreinini har niðri, rugby. Rugby hevur altíð verið ein ítróttur fyri hvít, og á landsliðnum eru sera fáir svartir leikarar at síggja. Tískil hava myndugleikarnir í bestu rugbydeildini í Suðurafrika ásett sum krav, at eitt ávíst tal av svørtum leikarum skulu vera á vøllinum samstundis, so teir eisini sleppa upp í part. Hetta vekir sjálvsagt eisini misnøgd og skaðar støðið í suðurafrikanska tjóðarítróttinum, og ein avleiðing er, at fleiri av hvítu rugbystjørnunum fara til onnur lond at leika og enntá skifta nationalitet.
Eitt annað átak, sum serliga Nelson Mandela hevur staðið fyri í síni tíð sum forseti, er húsabygging í township økjunum. Í staðin fyri skirvisligar smáttur og takplátur standa nú lítil betonghús í rúgvuvís í township´unum, og hóast hesi hús á ongan hátt kunnu sammetast við tey hús, vit um okkara leiðir eru von við, eru smáu betonghúsini eitt stórt framstig fyri fátæka fólkið í Suðurafrika. Nelson Mandela hevur latið byggja 300.000 hús fleiri, enn hann upprunaliga lovaði fátæku township íbúgvunum...
Føroyskur dansur í Guguletu
Eitt kvøldið miðskeiðis í januar mánaði gjørdu vit av at nýta eitt fríggjakvøld í einum av stóru township býlingunum í Cape Town, Guguletu. Saman við týskum voluntørum fóru vit í trimum bilum út í fátæka øki, og tað sást á móttøku okkara, at hvít fólk eru ein sera sjáldsom sjón í økjum sum Guguletu. Vit vitjaðu hesa náttina eina sokallaða shabeen (náttklubbi, barr), og vit hittu og prátaðu við fólk, sum alt sítt lív hava livað undir harðrenda jarnhæli apartheids. Ein skuldi trúð, at slík fólk ikki kundu vera annað enn beisk og hatsk um slíka viðferð frá mótsættu rasuni, men talan var um júst mótsætta hugburð.
- You are very brave to come here, be welcome, people talk shit about these areas, but all we want is peace for all under the same God, vóru millum orðini, vit við byrjan møttu í Guguletu. Sum kvøldið leið vildu tey vita meiri um mentan og siðir okkara, og vit avgjørdu at vísa teimum føroyska dansin, sum tey við ikki so torskylda stevinum skjótt funnu útav, og so rungaði tað, vit dugdu av Fuglakvæðnum og Orminum Langa hetta fríggjakvøldið í Guguletu. Síðani lærdu tey okkum afrikanskan dans úr teirri mentan, men tá var verri at fylgja við?
Ikki fyrrenn vit á nátt fóru heimaftur, byrjaðu trupulleikarnir. Eigarin á barrini hevði hoyrt, at ein bandi í økinum hevði ætlanir um at gera seg inn á okkum hvítu ferðafólk á veg út úr Guguletu, og vit fingu greið boð um at sløkkja bilarnar og lyktirnar. Síðani vórðu vit loyniliga eskorteraði ein annan veg út úr økinum, og so fóru fýra bilar í myrkrinum trillandi út úr økinum við vón um, at vit ikki skuldu vera uppdagað, og til alla lukku sluppu vit snikkaleys. So eftir eitt minningaríkt kvøld ásannaðu vit, at vit hóast alt vóru í einum vandamiklum øki í einum landi, har lógloysi ræður.
Komandi tveir leygardagar verða annar og triði partur at lesa í Sosialinum.