Apple í stórum vøkstri

Fyrst iPod og nú iPhone. Apple er við fullari ferð á veg aftur sum ein av heimsins KT-risum. Júst kunngjørdi hálvársroknskapurin vísir, at umsetningurin í næsta ársfjórðingi í ár sýndi ein vøkstur upp á 73%. Ikki minst takkað verið iPod og nýggju iPhone. Men eisini innan telduøkið er talan um vøkstur. Apple hevur seinastu tríggjar mánaðirnar selt 1,76 milliónir teldur, og tað er ein vøkstur á 32%.