Aqua: Vit spæla øll tey størstu hittini

René Dif hevur serligt samband við Føroyar og kann vera ferðaleiðari hjá Aqua

Í kvøld spælir heimskendi hittbólkurin Aqua á Summar Festivalinum. Aqua fekk rungandi gjøgnumbrot við sanginum »Barbie Girl« í 1996, og eftir tað høvdu tey eina langa røð av hittum.

Nú eru tey í Aqua komin til Føroya á fyrsta sinni at framføra. Tað verður á Summar Festivalinum í kvøld. 
René Dif, sum er annar sangarin í Aqua, hevur ferðast regluliga til Føroya seinastu árini – hann hevur vinfólk – og hann er fegin um, at nú er bólkurin við honum, og at tey umsíðir skulu framføra á føroyskum palli.

– Vit hava ongantíð ljóðað betur, enn vit gera nú, sigur René Dif. 

Omanfyri kanst tú síggja video-samrøðu við René Dif.