Tað er minni enn eitt ár síðani, at amerikumenninar, Tom Hicks og George Gillett jr keyptu Liverpool FC. Nú fellur risalánið skjótt til gjaldingar, sum fíggjaði keypið, og duoin hevur tað trupult við at fáa pengarnar uppá pláss, skrivar The Observer.
Sambært blaðnum góvu amerikumenninar 1,8 milliardir fyri partabrøvini, og átóku sær samstundis eina skuld uppá nærum eina hálva milliard. Harumframt lántu teir pengar til spælarakeyp, planlegging av einum nýggjum leikvølli, og gjald fyri rentur. Skuld uppá nærum eina hálva milliard.
Samanlagt skulu teir hava lánt 3,6 milliardir frá Royal Bank of Scotland. Teir standa við personligari trygd fyri láninum, men royna nú at yvitflyta lánið til felagið.
Men sambært keldunum hjá The Observer skal tað vera torført hjá teimum, at fáa alt í rættlag, áðrenn lánið fellur til gjaldingar, síðst í februar. Miseydnast tað teimum, kunnu teir verða noyddir at selja.
Aftanfyri bíða arabisku stóríleggjararnir í Dubai International Capital (DIC), sum vóru tætt uppá at keypa Liverpool fyri einum ári síðani.
Teir skulu vera fúsir til at gjalda í hægra lagi av fimm milliardum krónum fyri at yvirtaka raksturin av felagnum. DIC er undir leiðslu av Liverpool-fjepparanum Sameer Al Ansari.
Tom Hicks skal hava virðismett felagið til 11 milliardir, ein prísur som bert skal hava vakt látur í Dubai. Men á leið helvtin á prísinum kann gerast aktuelt, nakað, sum enn vil geva Hicks og Gillett møguleikan til at sleppa vekk við vinningi.