Arabisku londini mugu leggja uppí

Emirurin í Qatar heldur, at tey arabisku londini eiga at leggja upp í stríðið í Sýrialandi og fáa frið í lag har, og um neyðugt skal tað gerast uttan um trygdarráðið hjá ST.

-Út frá tjóðskaparligum, menniskjaligum, politiskum og hernaðarligum skyldum eiga tey arabisku londini at leggja uppí í Sýrialandi. Tey mugu gera tað, sum er neyðugt fyri at steðga blóðbaðnum, segði Hamad bin Khalifa Al Than (myndin) á ST-aðalfundinum í gjár.

Tann máttmikli emirurin legði ikki fingrarnar ímíllum, men tosaði beint ímóti ST. Hann segði, at trygdarráðið hjá ST hevur ikki megnað at hjálpa tí sýriska fólkinum. Ráðið hevur svikið, og tí mælti hann teimum arabisku londunum at taka neyðug stig uttan um ST-samtyktirnar. Hann gjørdi samstundis greitt, at hann er ikki bangin fyri at leggja upp í sýriska stríðið við hermegi.

-Vit vóru í einari líkari støðu undir borgarakrígnum í Libanon í 1970-árunum. Tá fóru tey arabisku grannalondini inn í Libanon og steðgaðu bardøgunum, segði emirurin, sum eisini er ríkisleiðari í Qatar.