Verður ein føroysk oljuvinna veruleiki, er neyðugt at hava fólk við hollari útbúgving og drúgvum royndum. Ein part av hesum royndum fáa í løtuni teir føroyingar, sum arbeiða innan ta norsku oljuvinnuna. Seinni fara royndir teirra at hava stóra ávirkan á menningina innan hesa vinnugreinina hjá okkum.
Tvær fyritøkur, ið arbeiða innan hetta øki á norskari jørð, eru PAM OFFSHORE SERVICE í Havn og OILWIND í Miðvági, sum hava havt ávikavist 19 og 17 fólk í arbeiði hesa seinastu tíðina. Samanlagt gevur hetta íalt 36 fólk, men talið hevur tó bæði verið størri og minni.
Teir flestu av hesum monnum eru nú komnir heim í jólafrí, og eru teir uttan iva spentir eftir at vita, hvussu verður við arbeiði næsta ár. Alt er sjálvandi í óvissuni, men sum skilst frá báðum feløgunum í Miðvági og í Havn er líkt til, at uppgávur liggja og bíða eftir teimum eisini í komandi ári.
Av OILWIND verður í øllum førum sagt, at eitt boriskip skal hava nakrar umvælingar framdar fyrst í komandi ári, og at teirra fólk sær fram til at verða við í at loysa hesa uppgávuna.
Hentur kunnleiki
Tað er ikki ókent fyribrigdi at føroyingar hava arbeitt í øðrum londum, tá trot var á arbeiðsplássum her á landi.
Hetta vísti seg enn einaferð í seinastu kreppu okkara fyri meiri enn 10 árum síðani, tá eitt rættiliga stórt tal av føroyingum leitaðu sær í grannalond okkara at finna sær arbeiði.
Fyri mong av hesum var nærum líkamikið, hvat slag av arbeiði tey fingu. Var eitt arbeiði til teirra í Danmark, Noregi ella hvar tað skuldi vera, so varð tikið av beinanvegin, tí hugurin at sita heima og kúra var lítil.
Síðani hesa kreppuna hevur stórur áhugi verið fyri oljuvinnuni her á landi. Nógvir føroyingar hava í dag góðan kunnleika til mong ymisk viðurskifti innan hesa vinnu. Trupulleiki teirra er bert, at enn finnast ikki so mong arbeiðspláss innan hetta øki í heimlandinum.
Í grannalondum okkara hevur - tíbetur - verið brúk fyri góðari og raskari arbeiðsmegi innan oljuvinnuna, og her hava føroyingar ikki smæðst burtur, sum yvirlitið omanfyri greitt vísir. Hesi fólk hava í dag møguleika at nema sær kunnleika um sítt øki, og sum aftur kann verða brúkt til at menna eina føroyska oljuvinnu, um og tá hon einaferð gerast veruleiki.
Halda fram í Noregi
Í yvirlitinum omanfyri hevur PAM OFFSHORE SERVICE í Havn átt tann størra partin av arbeiðsmegini í norskari oljuvinnu.
Hetta felag varð stovnað fyri seks árum síðani við tí endamáli at veita mekaniskar, elektriskar og sveisitænastur til oljuvinnuna. Tað eydnaðist at fáa samstarv í lag við Aker Maritime í Noregi, og frá 1998 til 2002 vóru regluliga millum 10 og 15 mans í starvi í oljuvinnuni har. Vegna minni eftirspurning eftir arbeiðsfólki var onki fólk hjá PAM í starvi har í 2003.
Á vári í ár eydnaðist kortini aftur at fáa samstarv í lag um at fáaføroyingar til arbeiðis í Noregi. Hetta var í sambandi við ta stóru gass-verkætlanina hjá Statoil uppi í Norðurnoregi, á oynni Melkøya uttanfyri Hammerfest.
Her hava Aker Stord og Aker Kvaerner Elektro fingið ein stóran sáttmála, ið inniber at eitt stórt tal av m.a. sveisarum og elektrikarum fara at arbeiða í hesi verkætlanini tey komandi 2-3 árini. Í oktober í ár starvaðust sostatt 22 fólk frá PAM OFFSHORE SERVICE á Melkøya.
Upplýst verður, at talið av arbeiðsfólki altíð er og hevur verið skiftandi. Viðhvørt hevur eingin hjá PAM verið har, meðan teir til aðrar tíðir hava verið oman fyri teir 19, sum í seinastuni hava arbeitt har, og sum nú koma heim í jólafrí. Sagt verður, at her er talan um gott og raskt arbeiðsfólk, og tí vilja hvørki føroyingar ella norðmenn av við teir!
Eitt annað virkisøki hjá PAM OFFSHORE SERVICE, er NDT-tænastan. NDT merkir non-destructive-testing, og fevnir um m.a. ymiskar kanningar av sveisingum eins og tjúkdarmátingar. Hetta verður gjørt við røntgen, ultraljóði, magnaflux, penetrant ella visuelt.
Nevnast kann, at í 2001 og 2002 hevur PAM OFFSHORE SERVICE haraftrat útbúgvið eitt fólk, Jákup Sigurð Strømsten, ið arbeiðir burturav innan hetta øki bæði í Noregi og í Føroyum.
Oljuprísurin avger alt
Sum nevnt hevur OILWIND í Miðvági eisini havt fleiri mans arbeiðandi í Noregi. Hesa seinastu tíðina hava teir verið 17 í tali, men í løtuni eru teir allir komnir heim í jólafrí.
Eftir jólafrítíðina er ætlanin at halda fram við virkseminum á norskari jørð, tí líkt er til at í øllum førum eitt arbeiði bíðar eftir føroysku arbeiðsmonnunum: Eitt boriskip skal til umvælingar fyrst í nýggja árinum, og tí vænta tey at sama tal av fólki fer yvir aftur til Noregs at arbeiða.
Hjá OILWIND eru tey, eins og manga aðrastaðni, eisini bundin av, hvussu oljuprísurin er. Í seinastuni hevur oljuprísurin verið høgur, og fyri tey merkir tað, at nógv er at gera, tí feløgini hava ráð at gera tær neyðugu íløgurnar. Men fellur oljuprísurin enn meiri, eins og gongdin er beint nú, er hugsandi at íløgur kunnu verða skotnar út eina tíð.
OILWIND hevur átikið sær arbeiðir í Noregi síðani 1997, og hevur serliga verið arbeitt við umvælingum av boriskipum og -pallum. Talið av arbeiðsfólkið hevur verið skiftandi hesi árini, alt eftir hvussu lætt hevur verið at fáa fatur á fólki til hesar uppgávurnar. Men eftir jól í ár verða so einir 17 mans til reiðar at fara eystur um hav til arbeiðis.