Arbeiða undir ábyrgd

Verður talan um skattliga uppgerð, sum verður gjørd av grannskoðarum, so arbeiða hesir undir endurgjaldsábyrgd. Tað merkir, at bæði landið og partaeigarar kunnu krevja endurgjald, um arbeiðið handan váttanina ikki er nóg væl grundað

Kapitalvinningur

Tað verður staðfest av umboði fyri ríkisgóðkendar grannskoðarar, sum Sosialurin hevur tosað við.
- Sjálvandi kunnu vit ikki tryggja, at eitt felag er júst tað vert, sum vit gera tað upp til. Eitt neyvt søluvirði kann ikki ásetast, fyrr enn eitt felag er selt.
- Men í arbeiði okkara virka vit undir endurgjaldsábyrgd, og tí er tað sjálvsagt, at vit í arbeiði okkara miða eftir, at ein slík virðismeting er væl grundað.
Endurgjaldsábyrgdin merkir, at er ein grannskoðari við arbeiði sínum orsøk til peningamiss, so kann grannskoðarin ábyrgdast fyri hetta. Tað vil siga, at kemur ein slík virðismeting - váttað av grannskoðara - til eitt søluvirði, sum er væl omanfyri alt rímiligt mark, so kann landið seta fram endurgjaldskrav um møguligan inntøkumiss, sum kann stava frá slíkari.
Kemur tað hartil, so vil eitt krav um endurgjaldsábyrgd sjálvandi verða mett út frá tí arbeiði, sum grannskoðarin hevur gjørt, vísir grannskoðarin á.
- Sjálvandi kann eitt ævigt galdandi søluvirðið ikki staðfestast. Men undir arbeiðinum hjá grannskoðaranum verður kannað eftir, hvørjar fortreytir eru galdandi fyri virðismetingina. T.d. er ikki ilt at ímynda sær, at søluvirðið á einum fiskiloyvi verður munandi hægri, um nøgd og prísir á fiski er vaksandi. Tá kann grannskoðarin ikki ábyrgdast fyri, at broytingar í hesum eftirfylgjandi hava hækkað søluvirðið á slíkum loyvi. Men hevur grannskoðarin ikki haldgóðar grundgevingar fyri sínum arbeiði, so kann talan gerast um ábyrgd, verður sagt.

Vilja hava leiðreglur
Felagið fyri ríkisgóðkendar grannskoðarar í Føroyum hevur viðgjørt ætlaðu lógarbroytingarnar hjá Bárði Nielsen. Og sum so er tað ikki tað stóra, sum teir hava av viðmkerkingum til hetta, skilst.
Fyrst og fremst, so vil felagið hava nakrar greiðar leiðreglur fyri, hvussu tey skulu fyrihalda seg í virðisásetanini av fyritøkunum.
- Sjálvandi verða leiðreglur ikki meira enn vegleiðandi. Men tær kunnu tryggjað, at útgangsstøðið undir ymsu váttanunum er eintýðugt. Eitt nú kundi ávísir satsir verið settir upp fyri, hvør fermetraprísurin á einum skrivstovubygningi í Havn er, hvussu nógv eitt fiskiloyvi av tí og tí slagnum er vert og so framvegis. Sjálvandi vilja tað so verða sveiggj í einstøku metingunum, men tá er tað so uppgávan hjá grannskoðaranum at kann eftir teimum orsøkunum, sum eru atvold til sveiggini, verður sagt.