Landsdystur
Hóast ferðalagið við sveisiska landsliðnum var nakað seinkað hósdagin, so komu bæði leikarar, venjarar og tíðindafólk fram í øllum. Eftir at hava fingið sær eitt lítið ábit á Hotel Føroyum, skuldi vøddarnir mýkjast nakað, og í hálvan annan tíma vandu mótstøðumenninir hjá Føroyum so á Tórsvølli.
Sum tíðindamaður er talan í slíkum førum ofta um langa bíðitíð, og í so máta var hendan venjingin einki undantak. Bíðitíðin tóktist tó at vera til fánýtis fyri okkara viðkomandi, tí beint eftir lokna venjing hildu at kalla allir leikararnir beina kós móti bussinum, sum skuldi føra teir niðan aftur á hotellið. Ein sveisisk radiostøð fekk okkurt orðið á ein av leikarunum, men annars tóktust teir ikki at vísa fjølmiðlunum serliga ans.
Við góðari hjálp frá einum sveisiskum tíðindamanni, eydnaðist okkum tó at fáa ein av best kendu sveisarunum út úr aftur bussinum, og tá alt kom til alt, so tóktist Stephane Henchoz ikki á nakran hátt at vera serliga stórlætin. Heldur ikki hóast hann longu nú hevur vunnið ein stóran part av tí, sum vinnast kann í fótbólti.
Við enska felagið sínum, Liverpool, hevur hann í ár verið partur av søguskriving í fótbóltshøpi. Liðið hevur verið í trimum steypafinalum, og hevur vunnið hesar tríggjar, og hetta hevur einki enskt lið megnað áður.
Eingin løtt uppgáva
Ein skuldi tí kanska hildið, at ein landsdystur móti eini pinkutjóð norðarliga í Atlantshavinum ikki var nakað, sum ein slíkur spælari sá fram til, men hetta tóktist als ikki at nerva tann sera fyrikomandi Stephane Henchoz.
- Sjálvandi hevur tú rætt í, at hetta er øðrvísi enn eitt nú FA Cup finalan. Atmosferan kann ongantíð verða hin sama, men hetta ger tó ikki, at eg ella liðfelagarnir taka lætt upp á uppgávuna. Hóast eg havi vunnið trý steyp við Liverpool, so er hetta nakað heilt annað, og málið hjá landsliðnum er at koma til HM-endaspælið. Skulu vit tað, so krevur tað helst trý stig her, og hetta verður eisini setningurin hjá okkum.
Hetta ljóðar jú sum ein ógvuliga fábroytt standardútsøgn frá einum yrkisleikara, men hóast vit royndu at orða hetta enn einaferð, so tóktist verjuleikarin ikki at vika í hesum. Heldur ikki hóast Sveis longu hevur vunnið 5-1 á okkara monnum.
- Sjálvandi eru vit favorittar, men vit hava sera stóra virðing fyri teimum úrslitum, sum føroyska landsliðið hevur fingið seinnu árini, so talan verður ikki á nakran hátt um ein lættan dyst fyri okkara viðkomandi.
- Sum eg segði, so hava vit eina uppgávu at loysa her, og eg eri ikki í iva um, at skal hendan loysast, so krevur tað eitt gott avrik frá okkum. Tað er so eisini tað, sum vit ætla at gera. Vit verða noyddir at spæla ein góðan dyst, har vit ikki kunnu loyva okkum at taka nakað fyri givið, sigur fryntliga Liverpool-stjørnan at enda.