Arbeiðið í Steinatúni liðugt

Vegarbeiðið í Steinatúni, sum seinastu mánaðirnar hevur sett sín dám á ferðsluna í høvuðsstaðnum, er nú liðugt.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeiðið hevur gingið serstakliga væl, og at tað er liðugt nógv fyrr enn væntað. Borgarstjórin sigur, at býráðið hevur roynt at skumpa undir at fáa arbeiðið gjørt so skjótt sum gjørligt. Tí var millum annað avgjørt, at arbeiðast skuldi í trimum skiftum, har tað annars er vanligt, at arbeitt verður bert í einum skifti.
Áðrenn arbeiðið fór í gongd, mettu nógv, at arbeiðið fór at hava við sær, at rættuligur ferðsluruðuleiki fór at verða í miðbýnum, men Heðin Mortensen heldur, at hesum er fullkomiliga sloppið undan, og at ongir trupulleikar hava verið í ferðsluni orsaka av arbeiðinum í miðbýnum.