Fjóðra sunnudag í advent í 1974, sum tá var 22. desember, hoyrdist fyrstu ferð kirkjuklokka kalla saman til halgiløtu á Argjum.
Tað var Eivindur Vilhelm, varabispur, sum hendan hendan góðveðursdagin við kuldaveðri vígdi kirkjuna og missiónshúsið á Argjum.
Á rað inn í kirkjuna á fyrsta sinni gingu Eivindur Vilhelm, varabispur, J. Joensen, gamli bispurin, og prestarnir J. Weihe, Petur Petersen og Kjartan Mørkøre við hvør sínum halgiluti inn á altarið.
Kjartan Mørkøre las inngangsbønina fyri fyltari kirkju, og síðani varð sálmurin »Hesin er dagurin, Guð hevur sett« sungin. Vígslutaluna helt varabispurin, og var hon grundað á tekstin úr Jóhannes 8, 12: »Eg eri ljós heimsins. Tann sum fylgir mær skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós«.
Bíbliutekstirnir vórðu lisnir av luttakandi prestunum og gamli bispurin prædikaði. Sálmarnir vóru »O Guð vár í títt halga hús«, »Á hesum halga Harrans stað« og »Upp gleðist allir, gleðist nú«. Harumframt sang Kristiliga sangkórið við Jóannes Nolsøe sum leiðara ymiskir advents- og jólasálmar.
Urguleikari hendan dagin var Jóannes Nolsøe, klokkari var Jóhannes Álvheygg og Olaf Sv. Petersen, gamli lærarin, las útgangsbønina.
25 ár seinni
Fjóðra sunnudag í advent 1999, sum nú var tann 19. desember, varð 25 ára dagur kirkjunnar hátíðarhildin.
Til hátíðarguðstænastuna sunnudagin vóru prestarnir fimm í tali, og vóru teir Hans Jacob Joensen, bispur, Bjarni Bæk, dómpróstur, Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur, og Kjartan Mørkøre, fyrrverandi sóknarprestur. Ætlanin var, at Høgni Poulsen, sum eisini er fyrrverandi sóknarprestur á staðnum, eisini skuldi vera við, men hesin var burturstaddur, og kundi hann tískil ikki koma hedan hátíðardagin.
Deknur hendan dagin var Gunnar Reynslág, sum dúgliga hevur røkt sínar skyldur í kikju- og missiónshúsinum á Argjum meginpartin av fjóðringsøldini. Á urguna leikti Jón Magnus Joensen, sum er sonur Henry Debes Joensen, ið øll 25 árini hevur starvast sum deknur í kirkjuni. Henry Debes Joensen hevur umframt deknatænastuna eisini verið urguleikari frá kirkjan varð vígd til fyri fáum árum síðani, tá sonurin, Jón Magnus, tók yvir.
25 ára hátíðarguðstænastan byrjaði við, at Gunnar Reynslág las inngangsbønina. Sálmarnir »Harranum lovið« og »Andanna Andi« vórðu sungnir áðrenn Hans Jacob Joensen, biskupur, bar fram røðu út frá Matteus 22, ørindunum 25 til 22 um kirkjuna og statin. Síðani varð sálmurin »Guðs náði altíð er mær hjá« sungin áðrenn prædikuna hjá Bergi Debes Joensen. Prædikað varð eftir aðru tekstarøð til fjóðra sunnudag í advent. Fyri altartænastuni stóð Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur.
Sálmarnir eftir prædiku vóru »Hin vænasta rósan er funnin« og »Føgur er foldin«. Harafturat setti Argjakórið eisini sín serliga dám á guðstænastuna.
Heiðursgávu
Áðrenn guðstænastan var av fingu teir fýra kirkjutænararnir Heri Tróndheim, Henry Debes Joensen, Gunnar Reynslág og Alfred Hansen hvør sína heiðursgávu handaða fyri drúgva tænastu. Heri Tróndheim hevur leikt á urguna øll 25 árini. Henry Debes Joensen hevur verið deknur øll 25 árini, og meginpartin av tíðini hevur hann eisini verið urguleikari. Gunnar Reynslág hevur verið deknur stóran part av teimum 25 árunum. At enda hevur Alfred Hansen dúgliga ringt við klokkuni øll árini.
Tað var kirkjuráðsformaðurin, Hennig Mortensen, ið handaði teimum fýra heiðursgávuna, ið var ein minnispláta úr gróti við motivi av kirkju- og missiónshúsinum grivnum í.
Hennig Mortensen nýtti høvið at tríva í aftur orðini, Jákup Joensen, fyrrverandi varabispur, á sinni segði um kirkjuna. Hann rópti hana fyri eina arbeiðskirkju, orsakað av, at hon er so nógv ørðvísir enn aðrar kirkjur. Hon er nevniliga kirkja, missiónshús, karmur fyri sjómanskvinnuringin, skótarnar, kórvenjingar, møti og mangt annað kristiligt arbeiði. Jú sanniliga hevur kirkju- og missiónshúsið á Argjum tænt sítt arbeiði sum arbeiðskirkja hesa seinastu fjóðringsøldina.
Sosialurin ynskir kirkjuni hjartaliga tillukku og Guðs signing framyvir.