Arbeiðsloysið 4,1 prosent í september

Arbeiðsloysið er vaksið við trimum prosentum síðsta árið. Størsti vøksturin hevur verið í Norðoyggjum, har arbeiðsloysið nærum er trífaldað síðan 1. juli 2008. Minsti vøksturin hevur verið í Suðuroy, har arbeiðsloysið er knappliga tvífaldað.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at arbeiðsloysið er størst millum tey, ið eru eldri enn 54 ár, og næststørst millum tey 25?34 ára gomlu.

1.162 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í september 2009, 18 fleiri enn í august. Arbeiðsloysið var 4,1 prosent, og er hetta er ein vøkstur uppá 0,1 prosent stig.

Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið í september var 4,4 prosent. 667 mannfólk og 494 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í september, sigur Hagstovan.