Arbeiðsloysið í Føroyum hevur aldrin verið so lágt, sum tað er nú.
Tað sæst í eini uppger hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at í september í ár var arbeiðsloysið bara 0,9 prosent, og tað er søguliga lágt.
Vit skulu aftur til juni í 2008 fyri at finna eina støðu, sum minnir um hesa, og tá var arbeiðsloysið 1,1 prosent.
Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið var 1,3 prosent, so tað er minkað enn meiri síðani tá. Hagstovan sigur eisini, at gongdin vísir, at tað lága arbeiðsloysið stendur við.
Tað er framvegis ein munur á, hvussu arbeiðsloysið rakar kynini. Í september í ár var arbeiðsloysið 0,7 prosent hjá monnunum og eitt prosent hjá kvinnunum. Fyri einum ári síðani var tað 1,3 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.
Seinast arbeiðsloysið var so lágt hjá monnunum, var í mai 2008, tá ið tað var 0,8 prosent. Seinast arbeiðsloysið hjá kvinnum var so lágt var í juni 2008, tá ið tað var 1,5 prosent, sigur Hagstovan.
Tað er eisini ymiskt, hvussu arbeiðsloysið rakar tey ymsu økini í landinum. Arbeiðsloysið er minst í Norðurstreymoy, har tað bara er 0,4 prosent, men í Suðuroy er tað 1,6 prosent.
Men samanumtikið er arbeiðsloysið í Suðuroy minkað mest, tí tað er ikki so langt síðani at tað var fimm prosent.
##med2##