Ikki síðani 2005 hevur talið av arbeiðsleysum føroyingum verið omanfyri 1.000 Arbeiðsloysið er seinastu vikurnar vaksið rættuliga nógv, og 8. juli vóru tað 1002 persónar, sum fingu vanligan arbeiðsloysisstuðul frá Arbeiðsloysisskipanini. Seinast fleiri enn 1000 vóru í Arbeiðsloysisskipanini var í apríl 2005.
Um summarið er vanligt, at arbeiðsloysið er lægri enn á vetri, og um juli mánaður verður sammanborin við undanfarnu árini, ber til at staðfesta, at í juli 2009 er arbeiðsloysið tað hægsta í juli síðan 1998.
ALS skrivar á heimasíðu sínari, at gongdin hevur verið, at tað serliga eru menn, sum gerast arbeiðsleysir, í juli vóru 599 menn arbeiðsleysir og 403 kvinnur. Talið á monnum, sum fáa stuðul, er vaksið úr 40% upp í 60% av samlaðu ALS-móttakarunum.