Helgi Abrahamsen
Landsbankin almannakunngjørdi fyri nøkrum vikum síðani eina búskaparmeting fyri komandi árið. Bankin sigur í metingini, at búskaparvøksturin sum vit sóu í fjør, fer at halda fram í 2007, men vøksturin verður tó nakað minni enn í fjør. Størsta orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at vit mangla arbeiðsmegi í landinum.
Hetta má sigast at vera ein positivur trupulleiki, tí tað at mangla arbeiðsmegi er tað sama sum einki arbeiðsloysi at hava. Men hvussu kunnu vit fáa fatur á meira arbeiðsmegi, tá øll hava arbeiði?
Longri arbeiðsdag
Ein møguleiki er, at vit bjóða verandi arbeiðsfólki at arbeiða nakrar tímar fleiri um vikuna, um tey hava hug til tað. Har hevur sitandi landsstýri slóðað væl fyri við sínum skattapolitikki, tí nú loysir tað seg at arbeiða longri, uttan at økta inntøkan verður uppetin í skatti.
Útlendsk arbeiðsmegi
Ein annar møguleiki er, at vit fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi, men tann møguleikan eru fakfeløgini ikki so fegin um, og vilja hava reglurnar hesum viðvíkjandi broyttar.
Men tað eru ikki bara fremmandafólk at finna uttan fyri landoddarnar. Har eru eisini føroyingar í stórum tali, og fleiri av teimum hava neyvan nakað ímóti at flyta heim aftur, um so er, at vit kunnu bjóða teimum trygg kor, arbeiði og almennar tænastur.
Vit skulu minnast til, at altjóðagerðin hevur tað við sær, at um vit ikki fáa arbeiðsmegi til landið, so kunnu vit rokna við, at framleiðslan flytur av landinum, aftaná arbeiðsmegini.
Longri arbeiðslív
Triði møguleikin er, at fólk sum fylla 67 ár fáa møguleikan at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, um tey hava hug til tað. Sjálvsagt skal hetta vera eitt frítt val, har fólk sjálvi taka støðu til, um tey velja at leggja frá sær, ella um tey heldur vilja halda fram á arbeiðsmarknaðinum. Men hetta krevur, at tað fíggjarliga loysir seg at arbeiða. Tað nyttar einki, at fólk fáa tilboð um at arbeiða, um tað loysir seg betur at sita heima.
Her eru nevndir tríggir møguleikar, sum kunnu brúkast, um málið er at økja um arbeiðsmegina í Føroyum. So er tað ein annar spurningur, um politikararnir halda tað vera rætt í verandi støðu at leita eftir meira arbeiðsmegi ella ikki. Men arbeiðsmegin er at finna.