Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðsmenn í Klaksvík vilja nú hava somu sømdir sum æll onnur arbeiðsfólk í Føroyum.
Tað hava arbeiðsmenninir í Klaksvík nevniliga ikki havt í eitt heilt ár.
Í eitt heilt ár hava arbeiðsmenninir í Klaksvík fingið minni í eftirløn og lívstrygging frá arbeiðsgevarunum enn øll hini arbeiðsfólkini í Føroyum hava fingið.
Í fjør søgdu øll arbeiðarafeløgini sáttmálan upp og samráddust við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála.
Tað endaði við einum sáttmála, sum gav arbeiðsfólki eina hækking í eftirløn og lívstrygging.
Men Klaksvíkar Arbeiðsmananfelag vildi ikki siga sáttmálan upp og tí helt teirra sáttmáli fram óbroyttur.
Sostatt hava Klaksvíkingar í eitt heilt ár fingið minni í eftirløn og lívstrygging enn øll hini hava fingið. Men høvdu teir heldur ikki sagt sáttmálan upp í ár, høvdu teir verðið enn meiri afturútsigldur.
Men nú hevur Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag sagt sáttmálan upp við arbeiðsgevararnar og sum tað einasta arbeiðarafelag í landinum, skulu teir sostatt til samráðingar um ein mánað.
Sáttmálin gongur út 30. apríl og Jóhan Andrias Reyðberg, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sigur, at enn hava ongar samráðingar verið.
Men hann sigur, at endamálið er heilt greitt, at koma upp á sama støðið sum øll hini arbeiðsfólkini í landinum.
- Nú hava vit verið verri fyri enn øll hini feløgini í eitt ár, men tað gerst so ikki við og nú er at líta frameftir.
Hann væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag at fáa tað sama sum øll hini.
- Vit mugu royna at fylgja við øllum hinum, leggur hann afturat.
Sjálvur heldur hann, at tað var skeivt av Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki at siga sáttmálan upp í fjør saman við øllum hinum arbeiðarafeløgunum, tí hann heldur avgjørt, at øll arbeiðarafeløgini eiga at samstarva.
- Ì mínum hugaheimi er tað sjálvsagt, at øll feløgini fara at samráðast saman næstu ferð, at samráðingar vera, sigur Jóhan Andrias Reyðberg.
Sáttmálin í tølum
Í fjør gjørdu øll arbeiðarafeløgini í landinum, uttan Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, nýggjan tvey ára sáttmála við arbeiðsgevararnar.
Sáttmálin bar í sær, at 1. mai í fjør hækkaði eftirlønin 0,5%, so at hon nú er 4,1%. Samstundis hækkaði lívstryggingin 0,5%, so at hon nú er 1,5 %. 1. mai í ár hækkar eftirlønin aftur 2 % og tá verður hon 6,1%.
Hesar ágóðar hava Arbeiðsmenn í Klaksvík ikki fingið av tí at teir ikki søgdu sáttmálan upp.