Arbeiðsportalur til føroyingar um allan heim

Føroyingar úti og heima kunnu framyvir marknaðarføra seg mótvegis føroyskum arbeiðsgevarum og halda seg betur kunnaðar um starvsmøguleikar í Føroyum umvegis nýggja arbeiðsportalin Arbeidi.fo, sum fer í luftina hósmorgunin 3. juli. Tíðindaskriv.

Arbeidi.fo hevur til endamáls at geva øllum, ið umhugsa at finna sær nýtt arbeiði í Føroyum, betri møguleikar at gera vart við seg mótvegis føroyskum arbeiðsgevarum. Umframt at geva brúkarum eitt skjótt og lætt atkomuligt yvirlit yvir leys størv, er nýggi arbeiðsportalurin eitt hent amboð hjá teimum sum ynskja at fremja sína starvsleið í Føroyum ? uttan mun til um tey longu eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum ella eru í útlegd uttanlands. ??Droyma um okkurt betri?Arbeidi.fo er ikki bert ætlað teimum, ið leita sær eftir arbeiði her og nú, og málbólkurin hjá nýggja portalinum eru øll sum onkursvegna hava áhuga í at halda seg kunnaðan um møguleikarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.  ?- Størsti parturin av føroysku arbeiðsmegini situr væl nøgd í góðum størvum í Føroyum og uttanlands, men hesi fólk eru kortini sum oftast opin fyri einum tilboðið um eitt nýtt starv. Hetta eru ikki fólk sum blaða spent í bløðunum hvørt kvøld eftir nýggjum starvi, men við Arbeidi.fo kunnu tey anonymt leggja sítt CV á netið og fáa beinleiðis boð, tá eitt starv, ið hóskar til teirra ynskir, verður lýst leyst, sigur Hergeir Vang, marknaðarleiðari á Sp/f Internettænastur, sum hevur ment og rekur Arbeidi.fo

Ikki ein arbeiðsávísing?At málbólkurin eisini fevnir um fólk, sum longu hava funnið seg til rættis á arbeiðsmarknaðinum er ein umráðandi partur av hugsjónini handan nýggja portalin.?- Hetta er ikki ein arbeiðsávísing fyri arbeiðsleys, men eitt amboð hjá einstaklingum at koma víðari í arbeiðslívinum. Tað er einki at taka seg aftur í at føroyingar eru vorðnir meira opnir fyri at skifta arbeiði nakrar ferðir ígjøgnum lívið, heldur enn at brenna fastir á einum arbeiðsplássi. Hóast fólk eru væl nøgd og hava eitt gott arbeiði, kunnu øll fáa brúk fyri at skifta umhvørvi, fáa meira í løn ella fáa betri arbeiðsumstøður. Hesum vilja vit hjálpa teimum við, sigur Hergeir Vang.

Bæði fyri føroyingar og útlendingar ?Umframt at tekna seg til at fáa boð um ávís størv ber eisini til at leggja sítt CV á Arbeidi.fo. Einki krav er um at tú skalt hava føroyskt P-tal fyri at skráseta teg á Arbeidi.fo, og sostatt hava útlendingar javnbjóðis møguleika at kunna seg um størvini á portalinum. Seinni í ár er ætlanin at gera portalin tøkan á enskum, so útlendingar við áhuga fyri at arbeiða í Føroyum hava betri møguleikar at bjóða seg fram fyri føroyskum arbeiðsgevarum umvegis CV grunnin á Arbeidi.fo??Ókeypis fyri arbeiðsgevarar fyrstu tíðina?Arbeidi.fo er ein ókeypis tænasta fyri arbeiðstakarar, og fram til 15. august í ár verður eisini ókeypis hjá arbeiðsgevarum at lýsa á portalinum.

Sp/f Internettænastur stendur aftanfyri Arbeidi.fo, sum verður rikið óheft av arbeiðsgevarafelags- og arbeiðstakarafelagsáhugamálum stendur í tíðindaskrivi