(KØGE) Hann er við eitt vekk vorðin nýtt føroyskt landsliðsevni, og hóast einki enn er avgjørt um hansara lagnu á føroyska landsliðnum, hevur Ítróttar-Sosialurin verið og njósast fyri at finna út av, hvat 22 ára gamli Claus Bech Jørgensen kann sum fótbóltsspælari.
Vit skrivaðu í páskablaðnum, at spælarin, sum hevur føroyska mammu, men sum hevur búð í Danmark alt sítt lív, hevur fingið yrkissáttmála við enska felagið Bournemouth. Hann kann í prinsippinum spæla við føroyska fótbóltslandsliðnum, og Allan Simonsen ætlar at kanna, um hann hevur evnini og hugin at spæla á føroyska landsliðnum.
Skírisdag spældi AC Horsens á heimavølli móti gamla felagnum hjá Claus Bech Jørgensen, Holstebro, og har brillieraði hálvi føroyingurin. Holstebro kom á odda í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum ? einum í hvørjum hálvleiki ? syrgdi Claus Bech Jørgensen fyri, at AC Horsens vann dystin 2-1.
Við hesum báðum málum kom Claus samanlagt upp á 10 mál í donsku 1. deild í ár, og hann er at finna millum bestu málskjúttarnar í deildini. Horsens liggur miðskeiðis á stigatalvuni.
Óneyðug útvísing
Annan páskadag spældu AC Horsens móti Køge, sum er komið sera væl frá byrjan í seinnu hálvu og sum nú nærkast oddinum í deildini.
Dagin fyri dystin misti AC Horsens venjaran hjá sær, sum skrivaði undir sáttmála við Ikast, og hann traðkaði til í nýggja felagnum alt fyri eitt. Annan páskadag var tað tí fyrrverandi venjarin hjá Århus Fremad, Kim Poulsen, sum saman við hjálparvenjaranum Benny Poulsgaard stóð á odda fyri liðnum hjá AC Horsens.
AC Horsens tapti dystin móti Køge 1-0, og tað høvdu teir í grundini sjálvir skuldina av, tí teir kundu líka so væl vunnið dystin. Fyrsta partin av dystinum vóru teir greitt betra liðið og høvdu onkran málkjans. Køge kom fram móti hálvleikinum inn í dystin aftur, og tá ein av AC Horsens spælaranum fullkomiliga óneyðugt sparkaði ein mótspælara niður aftanífrá, fekk dysturin nýggja vend. Spælarin hjá Horsens varð útvístur, og tveir minuttir seinni skoraði Køge.
Eftir hálvleikin legði AC Horsens nógv fyri, og teir høvdu fitt av spælið, hóast Køge í sínum mótálopum manglaði lítið fyri at spæla seg gjøgnum tunna verjupartin. Einki mál kom aftur at í dystinum, og so kundi heimaliðið fara avstað við øllum trimum stigunum triðja dystin á rað.
Ágangangi
og avbjóðandi
Claus Bech Jørgensen, sum hevur spælt nógv sum álopssinnaður miðvallari, byrjaði hendan dagin í álopinum.
22 ára gamli spælarin er eingin kempa, men hann hevur fram úr teknikk, hann spælir við báðum beinunum, og hann er ikki eiðasørur í høvuðspælinum. Hann er ágangandi, tekur nógvar kjansir, og tað hevur við sær, at hann eisini javnan missir bóltin. Hann roynir alla tíðina at finna ein møguleika at spæla bóltin fram eftir vøllinum, og hann er ikki bangin fyri at bjóða beinleiðis mótspælara sínum av.
Gjøgnum allan dystin var tað júst Claus Bech Jørgensen, sum vísti størsta viljan til at royna seg fram eftir vøllinum. Í fyrra hálvleiki var hann tvær ferðir nær við at leggja Horsens fram um. Fyrru ferðina vann hann ein nærdyst og bóltin frá einum mótspælara, dróg inn í brotsteigin og legði út frá til ein viðspælara, sum kiksaði skotið úr fríu støðuni.
Seinni brillieraði Claus inn í Køge-brotsteiginum, har hann snýtti triggjar mótstøðumenn, men tá hann avsluttaði, fekk ein av spælaranum hjá Køge ein langa tá á, og so smoygdi bólturin sær út um stólpan.
Í seinna hálvleiki var hálvi føroyingurin fluttur aftur á miðvøllin, hóast AC Horsens við einum manni færri spældi við tveimum áleyparum. Og á miðvøllinum imponeraði Claus við síni ótrúligu arbeiðsorku. Hann stríddist allan dystin, royndi at verða bindiliðið millum verju og álop, og náddi ferð eftir ferð fram í brotsteigin, har hann tríggjar ferðir avsluttaði. Einu ferðina var tað við høvdinum millum nógvar við- og mótspælara, og tá mátti Køge-málverjin at bjarga væl.
Kann klára seg
í Englandi
Avgerðin í dystinum fall tá AC Horsens fekk ein spælara útvístan stutt fyri hálvleikin, men við einum sera væl uppløgdum og arbeiðssomum Claus Bech Jørgensen var tað nær við, at AC Horsens stjól ein javnleik við sær, hóast truplu umstøðurnar at spæla undir.
Claus Bech Jørgensen vísti, hví hann kann klára seg í einari kropsliga sterkari kapping sum tí ensku, har hann skal spæla frá 1. juli. Hann glíður væl av, tá sterku mótspælararnir royna seg móti honum, hann er ikki bangin fyri at bjóða av, sjálvt tá hann hevur mist nakrar bóltar, og við síni ómetaliga stóru arbeiðsorku vinnur hann eisini bóltar um allan vøllin.
Tað er einki at ivast í, at Allan Simonsen, landsliðsvenjari, eigur at seta tíðina av til at hyggja nærri eftir Claus Bech Jørgensen, og um hann kemur til somu niðurstøðu sum Ítróttar-Sosialurin, so eigur spælarin við føroysku mammuni at fáa ein fyrispurning frá Fótbóltssambandinum, so hann kann taka støðu til, um hugurin er til at royna at spæla fyri einum plássi á føroyska landsliðnum.
Evnini eru í hvussu so er har!