Ferðafólkaflutningurin millum meginlandið og flogvøllin er als ikki darvaður av arbeiðssteðginum. Bátarnir Silja og Frígerð hjá Palla Lamhauge røkja nevniliga í løtuni flutningin um sundið, og teir klára at nøkta tørvin.
Øll ferðafólkini sloppin við
Palli Lamhauge sigur, at øll ferðafólkini til flogførini hugartil eru sloppin við. Bátar hansara sigla pendulferð um Vestmannasund. Serliga er tað skjóttgangandi báturin Silja, ið klárar at nøkta tørvin við at sigla fleiri túrar um tíman.
Fyrrapartsflogfarið hjá Maersk kláraði ikki at lenda í Vágum í gjár, og tí vóðru bátarnir noyddir at fara aftur eftir ferðafólkunum, teir høvdu flutt yvir um sundið fyrr um morgunin. Men hetta var als eingin trupulleiki. Øll ferðafólkini sluppu yvir um aftur í øllum góðum.
Til Suðuroyar og Klaksvíkar
Heitt hevur verið á Palla Lamhauge um at sigla onkran túrin bæði til Klaksvíkar og til Suðuroyar, nú ferjurnar hjá SL eru raktar av arbeiðssteðginum. Men veðurtíðindini eru ikki góð, og tí er ikki heilt vist, at manningin á Silju hættar sær yvir Suðuroyarfjørð við ferðafólki, hóast talan er um ein ógvuliga sjógóðan bát. Tó er ætlanin at gera túr til Klaksvíkar fríggjakvøldið, tá Norðoya Sparikassi hevur ábyrgdarafund.
Ikki nakað gullnám
Palli Lamhauge sigur, at hóast nógv er at gera, er als ikki talan um nakað gullnám, tí meginparturin av peninginum fer beinleiðis sum skattur í landskassan.