Arbeiða við at leiga Norrønu til suðuroyarsigling - í nakrar dagar

Smyril skal takast úr sigling í nakrar dagar í heyst

Suðuroyingar sleppa kanska við Norrønu nakrar ferðir í heyst

Seinni í ár skulu tveir nýggir hjálpimotorar setast í Smyril. Tað arbeiðið fer væntandi at taka 10-14 dagar og hesar dagarnar verður neyðugt at fáa fatur á einum avloysaraskipi.

 

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, fer leigumálið um Herjólf úr gildi 31. august – og Strandferðslan fer ikki at mæla til, at tað verður longt.  Tað er ikki heilt greitt, nær hjálpimotorarnir skulu setast í Smyril, men tað verður eina ferð í heyst, ella í vetur.

 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur eisini ført fram, at Herjólfur er heldur ikki ein nøktandi loysn og hann hevur biðið Strandferðsluna leita eftir øðrum skipi.

 

Og sum vit eisini skrivaðu fyrr í dag, hevur Strandferðslan nakrar norskar ferjur í kikaranum.

 

Les meiri her: Hesin fer at landinum í heyst – og kemur ikki aftur

 

Landsstýrismaðurin sigur, at samskiftið er við Smyril Line um at leiga Norrønu ímeðan teir báðir nýggju hjálpimotorarnir verða settir í.

 

Hann sigur, at tað ber kanska til at leiga Norrønu fýra dagar um vikuna, mánadag til hósdag, men ikki fríggjadag, leygardag og sunnudag, tí tá er hon í uttanlandssigling.

 

Eydnast tað ikki at útvega annað avloysaraskip enn eina av norsku ferjunum – ella um so er, at Herjólf verður einasti møguleiki, hevði Strandferðslan helst verið noydd at hugt eftir, hvat skip annars er tøkt hjá Strandferðsluni til siglingina.

 

Men tann loysning gongur ikki í 2025, tá ið Smyril aftur skal í dokk í 7-8 vikur, sigur landsstýrismaðurin. Eydnast tað Strandferðsluni at fáa fatur á hesi norsku ferjuni, kann hon verða avloysari fyri Smyril, meðan hann er í dokk í 2025.

 

Men kanska kann Norrøna eisini leigast til onkran einstakan túr, leggur hann afturat. Landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at eitt varandi avloysaraskip má útvegast fyri Smyril, skuldi tað verðið neyðugt at tikið hann úr sigling.

 

Verður endaliga úrslitið, at Strandferðsluni ikki fær fatur á norsku ferjuni, má ein onnur loysn finnast við leiguskipi fyri Smyril, meðan hann er í dokk.

 

Tað er tó ein sannroynd, at tað er ikki lætt at finna eitt skip av líknandi stødd og slag sum Smyril til eitt so stutt leigumál, sigur Dennis Holm.

 

Suðuroyingar sleppa kanska við Norrønu nakrar ferðir í heyst