info
Ongi úrslit

Hesin fer av landinum í heyst - og kemur ikki aftur

Strandferðslan hyggur at nøkrum ferjum í Noregi, sum eru væl størri enn Herjólfur

Áki Bertholdsen
8. mars 2023 kl. 14:38

Leiguavtalan um íslendsku ferjuna, Herjólf gongur út 31. august og tað er longu nú greitt, at Strandferðslan fer IKKI at mæla til, at leigumálið verður longt.

Tað hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, greitt fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, frá.  

Sostatt fer Herjólfur av landinum seint í summar - og hann kemur ikki aftur. Men tað er neyðugt at hava eitt skip afturat Smyrli og Strandferðslan er longu farin at kanna aðrar møguleikar ístaðin fyri Herjólf. Endamálið er at útvega eitt betri skip til suðuroyarsiglingina enn Herjólfur er.

Landsstýrismaðurin sigur, at ístaðin er Strandferðslan farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa fatur á eini norskari ferju. Tey hava eisini nakrar ávísar ferjur í kikaranum.

Talan er um lutfalsliga nýggjar ferjur, tí tær eru um 11 ára gamlar, men í Noregi verður longu arbeitt við at skifta tær út við nýggjar ferjur, ið verða bygdar í løtuni.

Talan er um ferjur, sum 93 metrar langar og 18 metrar breiðar og sostatt minna tær rættiliga nógv um gamla Smyril í stødd.

Eitt tílíkt skip hevði eisini kunnað verið brúkt til farmasigling, tá ið Smyril ikki fær siglt. Herjólfur kostar umleið 30 milliónir um árið, so tað er eisini ein rættiliga dýr loysn, sigur landsstýrismaðurin.

Annars heldur Dennis Holm, at hevði ein plássbíleggingarskipan verið fyri Smyril, akkurát sum við Teistanum, hevði tað bøtt upp á støðuna við plásstroti við Smyrli.

So kunnu ferðafólk og bilar nevniliga bílagt sær pláss frammanundan og tað hevði givið manningini á Smyrli nógv betri umstøður at lasta skipið.

Sum støðan er nú, má manningin bíða til í síðstu løtu fyri at vita, hvussu nógvir bilar skulu við, og tá er tað truplari at leggja lastingina til rættis. Arbeitt verður tí við at kanna, hvat ið skal til fyri at seta í verk somu plássbíleggingarskipan, sum er á Sandoyarleiðini, sigur Dennis Holm.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Alt býráðið í Vági skal vera við til at gera fíggjarætlan

0 minuttir síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti stórt fyri Japan

38 minuttir síðan
Tíðindi

90 ára gamal og luttekur framvegis í altjóða kappingum

39 minuttir síðan
Tíðindi

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

55 minuttir síðan
Tíðindi

Marius Borg Høiby verður leyslatin úr varðhaldi

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilarnir meira enn tví­fald­að­ir síð­an árs­byrjan 2024

2 tímar síðan
Tíðindi

Ákærdur fyri kynsligan ágang móti 70 børnum í Týsklandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

3 tímar síðan