Daisy Simonsen er nýggj í starvi, hon hevur starvast á Vestmanna seafood nakrar mánaðir og trívist væl á virkinum.
Báðir synirnir hjá Daisy Simonsen starvast á virkinum eftir skúlatíð.
– Tað er deiligt at vera her, og deiligt at hava synirnar her eisini.
Áður hevur hon starvast á hotelli, matstovum og á Pelagos í Kollafirði, har arbeiddi hon í 10 ár. Daisy Simonsen býr í Vestmanna, og hon er glað fyri at hava starv í bygdini. Áður hevur hon koyrt, í øllum veðri, av bygdini til arbeiðis. Hon arbeiddi á Hotel Vágum, á hotellinum bleiv matur gjørdur til flogførini, men tað var ikki altíð at hon náddi til hús.
– Onkuntíð mátti eg sova á Vantsoyrum, tí vegurin var stongdur, tá var gott at hava vinir at gista hjá.
##med2##
Á Vestmanna Seafood virka tey fyri tað mesta svartkalva.
Daisy Simonsen stendur oftast við skeribandið, hon sker og skavar fiskin. Aðrar dagar pakkar hon, ella leggur skorna fiskin á bandið, áðrenn hann fer til pakkingar.
Tað tekur hálvan annan tíma frá svartkalvin verður lagdur á bandið, til at hann kemur út í hinum endanum og verður pakkaður.
Daisy Simonsen er av Filipsoyggjunum og hevur búð í Føroyum síðani 2006. Hon hevur áður arbeitt saman við øðrum úr Filipsoyggjunum, soleiðis er ikki á Vestmanna Seafood, tí flestu starvsfólkini eru føroyingar. Daisy Simonsen dugir føroyskt, og hon heldur tað vera gott at duga málið.
– Tað er gott at vera saman við føroyingum, eg tosi við hini úr Filipsoyggjunum á Messenger, og vit eru saman, tá vit hava hug.
Henni dámar uppgávurnar, og arbeiðið er passaligt, ikki ov strævið kropsliga.
– Fyri meg er hetta passaligt, eg eri von við slíkt arbeiði.
Farið verður í steðg klokkan 10 og klokkan 12. Starvsfólkini avloysa hvønn annan. Pausurnar eru hugnaligar, tí tað verður prátað óført.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##