Arbeiðini á spæliplássunum eru avhendað

- Vit ynska at raðfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura, siga tey í Nes kommunu

 

Í vár samtykti býráðið í Nes kommunu  at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.

 

- Gjørd er ein heildarætlan fyri útiøkið við skúlan, og í summar varð so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Í Barnagarðinum varð annars byrjað í fjør, og í summar varð so hildið fram. Nú er eisini komin nýggjur útbúnaður til vøggustovuna

 

- Í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum, og eisini her var Innspark veitari.

 

Lagt verður aftrat, at við hesum íløgum ynskir býráðið í Nes kommunu at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura.

 

Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.

 

- Vit takka Innspark fyri sera gott samstarv, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

##med2##