Arbeiðsfólk órógvaðu náttarfriðin

Um hálvgum tólvtíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um larm frá byggiplássi

Tað vóru fólk í grannalagnum hjá einum byggiplássi við Dalavegin í Havn sum kærdu seg um larm, og at tey ikki fingu sovið.

– Vit fingu fatur á fyritøkuni, sum stendur fyri arbeiðinum, og tey góvu síðani starvsfólkunum boð um at virða náttarfriðin.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at í Klaksvík var eitt lítið ferðsluóhapp. Har var bara talan um lítlan materiellan skaða, eingin fólkaskaði. Men helst verður ein skuldseting um brot á víkiskylduna.

Ein maður boðaði í gjár frá, at hann hevði koyrt á seyð við vegamótið við Kirkjubøarvegin oman fyri Gomlurætt. Seyðurn doyði.

Út móti midnátt fekk løgreglan boð um, at onkur gekk og órógvaði í einum grannalag í Klaksvík. Løgreglan fór á staðið umleið klokkan 00:45, men tá var friður.