Ferð setast á útbygging av landstreymi

Tíðindaskriv:

 

Umhvørvismálaráðið fer komandi árini at stuðla útbyggingin av landstreymi í kommunalum og landshavnum.

 

Landstreymur er týðandi liður í at minka um útlátið frá sjóvinnuni, og samstundis vil hetta minka munandi um ljóðdálkingina frá skipum, sum liggja við kai.

 

Settar vera 2 mió. kr. av árliga til at stuðla m.a. kommunum at útbyggja landstreym.