Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya.
Í mai vóru 308 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað eru 63 færri enn í mai í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys vóru 252 persónar arbeiðsleysir, sum er ein minking upp á 47 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Arbeiðsloysið var framvegis hægri hjá monnum enn hjá kvinnum. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,7 prosent, meðan tað hjá monnum var 1,0 prosent.
Landafrøðiliga var arbeiðsloysið lægst í Vágaøkinum og Norðoyaøkinum, har tað var 0,6 prosent. Hægsta arbeiðsloysið var í Suðuroynni við 1,3 prosentum, hóast tað er eitt heilt prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani.
Aldursbólkurin 25 til 34 ár hevði hægsta arbeiðsloysið við 1,2 prosentum. Størsta minkingin var tó millum tey yngstu, 16 til 24 ára gomul, har arbeiðsloysið nú er komið niður á 0,4 prosent.
Hagstovan vísir eisini á, at 46 persónar, svarandi til 15 prosent av teimum arbeiðsleysu, høvdu verið uttan arbeiði í meira enn eitt ár. Flestu arbeiðsleysu – 29 prosent – høvdu verið arbeiðsleys í millum tríggjar og seks mánaðir.










