Hagstovan:
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Samanborið við árið fyri var arbeiðsloysi í desember óbroytt við 0,9 prosentum. Færri persónar vóru raktir av arbeiðsloysið í desember 2024, men umroknað til fulltíðararbeiðsleys vóru tey fleiri. Tað merkir at tíðin í arbeiðsloysi er vaksin.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin.
##med2##
Í desember vóru 285 fulltíðararbeiðsleys, sum eru trettan fleiri enn árið fyri. 319 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 24 færri enn í desember árið fyri.
##med3##
Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum
Í desember vóru 102 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,1 prosent við 183 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentig hægri enn árið fyri.
##med4##
Sandoyar øki minsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í desember var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Tað er helvtin minni, enn tað var sama mánað árið fyri. Størsta arbeiðsloysið i desember var í Suðustreymoyar øki við 1,2 prosentum. Størsti vøkstur samanborið við fyrraárið var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,4 prosentstig.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
##med5##
Arbeiðsloysið størst í aldursbólkinum 25-34 ár
Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum. Hetta er eitt vet hægri enn árið fyri. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 16 til 24 ára gomlu við 0,7 prosentum, sum var minkað 0,1 prosentstig samanborið við desember árið fyri.
##med6##
Trettan prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í desember vóru 42 persónar ella 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Trettan persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í desember samanborið við fyrraárið. Tey sum høvdu verið arbeiðsleys í minni enn ein mánað vóru 40 persónar færri í desember samanborið við árið fyri. Størstu bólkar av teimum arbeiðsleysu í desember høvdu verið arbeiðsleys millum 1-3 ella 3-6 mánaðar.
##med7##
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.