Arbeiðsóhapp á verkinum hjá SEV á Sundi

Í gjár fingu tveir arbeiðsmenn skaða, tá teir vóru í ferð við at skifta eina stóra hurð á Sundsvekinum hjá SEV

Løgerglan fekk fráboðanina klokkan 11:08 um, at tveir mans, sum vórðu í ferð við at skifta út eina stóra garasjuhurð høvdu fingið skaða. Hurðin var tikin úr, og meðan teir arebiða, slitnar ein veirur, sum elvir til, at øll mekanisman til at hála hurðina upp, dettur undan loftinum. Armarnir hjá monnunum lógu undir, og báðir fingu skaða. 

Annar teirra varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, hin fór sjálvur.

– Tað síðsta vit hava frætt er, at teir hava tað gott, og at einki var brotið, sigur vakthavandi á politistøðini.