Vísindavøka á ferð á Bókasavninum við Løkin í kvøld

Vísindavøkan fer nú aftur á ferð kring landið. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági í tíðarskeiðinum 16. til 23. september.

Tíðindaskriv:

 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Fyrsta tiltakið verður í kvøld, mánakvøldið 16. september kl. 19, á Bókasavninum við Løkin

 

Skrá

 

Russland, Nato og kríggið í Ukraina

Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið 

 

The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands

Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið 

 

Tvær konur sum doyðu í barsilssong

Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

 

Sí meira her