Arbeiðsvikan skal styttast

Krøvini til fólk eru vaksandi, og talið á teimum, sum gerast strongd, bara økist. Mong hava ilt við at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman. Tí skulu vit stytta arbeiðsvikuna og fáa størri ræði á okkara egnu tíð.

Tað skrivar Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í svari til in.fo, sum hevur givið øllum floksforfólkum í sama spurning:

 

»Hvussu vil tín flokkur hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið?«

 

Aksel V. Johannesen greiðir soleiðis frá:

 

Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at arbeiðsvikan eftir fáum árum skal niður í 37 tímar, so at vit kunnu heinta børnini fyrr, vitja okkara kæru ella luttaka í felagslívi. Løða upp ella gera tað, vit aldrin náa.

 

Lønin skal vera óbroytt, hóast arbeiðstíðin minkar. Fólk, sum arbeiða niðursetta tíð, fáa harvið hægri løn, tí brøkurin verður nærri fullari arbeiðsviku.

 

Vit hava eisini ein stóran hóp av væl skikkaðum eldri fólki, sum fegin vildu tikið eitt tak av og á, um tað loysti seg. Fyri at økja um arbeiðsmegina fer Javnaðarflokkurin tí at arbeiða fyri, at pensjónistar yvir tíð sleppa undan at arbeiðsinntøkan verður mótroknað í fólkapensjónini.

 

Lønarlyft til umsorganarøkið

 

Sambært tølum fara 1.000 starvsfólk at mangla í um fá ár, um onki verður gjørt. Tí má starvsfólkatrotið loysast. Lønarlagið er partur av orsøkini – og av loysnini. Tí vil Javnaðarflokkurin endurskoða almenna lønarlagið og lyfta lønina hjá starvsfólkum innan heilsu og umsorgan.

 

Almenna lønarskipanin má endurskoðast, so javnvág verður millum førleikar, ábyrgd og løn, og lønarhækkingar skulu helst latast í krónum heldur enn prosentum, so ójavnin ikki økist við tíðini.

 

Batar til lág- og miðallønt

 

Javnaðarflokkurin ætlar at geva skattalætta til lág- og miðallønt. Sum partur av skattalættanum verður ein hægri barnafrádráttur, sum fyrst og fremst skal markast til familjur við miðal og lægri inntøkum.

 

Fyri at gera gerandisdagin lættari, eigur MVG á gerandisvørum sum mjólk, breyði, frukt og grønmeti at verða lækkað.

 

Fíggjarliga sperd húski skulu kunna søkja um fíggjarligt ískoyti, nú vit eru rakt av ógvusligum príshækkingum.

 

Eisini vilja vit seta í verk bústaðarstuðul til láginntøkubólkar, sum ikki eru førir fyri at rinda fulla húsaleigu í almennagagnligum leigubústøðum.

 

Príseftirlit og brúkaratrygd skulu styrkjast.

 

Viðbótin til teir pensjónistar, sum hava minst at liva av, skal hækka.

 

Javnaðarflokkurin ætlar at víðka um tíðarskeiðið, har ung fáa ókeypis tannrøkt til og við 21 ára aldur.

 

Eisini skal lestrarstuðulin so líðandi økjast, so hann er á sama støði sum í Danmark.

 

Fyri Javnaðarflokkin hevur tað avgerandi týdning, at vit eru fíggjarliga ábyrgdarfull. Tí skal alt ikki gerast eftir einum ári. Eitt nú skal arbeiðsvikan styttast yvir 5-6 ár og fortreytin fyri øllum vallyftum  hjá Javnaðarflokkinum er, at tey eru fíggjað. Tí skulu tær vinnur, sum hava fingið framíhjárættindi at troyta okkara náttúrutilfeingi, rinda meira til felagsskapin.