Umleið tveyhundrað fólk stukku inn á gólvið hjá P/f Meinhardt Arge seinasta fríggjadag, tá móttøka var fyri Ingibjarti Durhuus, Erhard Olsen og Erling Olson, sum tilsamans høvdu arbeitt í fyritøkuni í næstan hundrað ár
Ingibjartur Durhuus lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen úti í Bakka, áðrenn hann kom í starv hjá Auto Service í Gundadali í 1964. Hann var í mong ár verkførari á bilverkstaðnum, og seinnu árini hevur hann havt mest við garanti av nýggjum bilum at gera. Hann kundi hátíðarhalda sín 40 ára stavsdag.
Erhard Olsen fór í læru sum bilmekanikari hjá Auto Service í Gundadali í 1974. Hann hevur øll árini arbeitt á mekanska verkstaðnum, har hann javnan hevur dagført sína vitan og verið á nógvum ymiskum skeiðum í nýggjastu tøknini. Hann kundi hátáiðarhalda sín 30 ára starvsdag.
Erling Olsson byrjaði hjá Auto Service í 1979. Tá var fyritøkan flutt í nýggjan virkisbygning á Hálsi. Hann hevur arbeitt mest sum plátusmiður og lakkerari, og var hann í mong ár verkførari á tí deildini. Í dag starvast hann sum húsavørður og á mekaniska verkstaðnum. Hann kundi hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag.
Stjórin í fyritøkuni, Finnbogi Arge, helt ein góða talu fyri teimum trimum og takkaði teimum fyri sera gott samstarv og fyri at teir, hvør á sínum øki, høvdu verið við til at ment fyritøkuna til tað, hon er í dag.