Sørvágur manglaði minnisvarða

Minnisvarðin í Sørvági bleiv avdúkaður allahalgannadag 2016. Bogi Gaard Joensen tók stig til minnisvarðan fyri at geva teimum, sum onga grøv hava at vitja, eitt stað at minnast tey sum eru deyð á sjónum

6. oktober 2005 var hann staddur á Kappanum, umborð á Vesturvón. Hendan dagin skrivaði hann eitt bræv til Sjómanskvinnuringin og heitti á tær um at vera við í arbeiðnum at fáa minnisvarða yvir sjólátin í Sørvági.

 

Í brævinum skrivaði Bogi Gaard Joensen, at minnisvarði skal reisast, tí tá persónar eru deyðir á sjónum, er ofta eingin gravsteinur hjá avvarðandi at vitja. Tí skal minnisvarðin tæna hesum endamáli.

 

Manningin og Reiðaríið lótu 5.200 krónur í stovnsfæi, og kommunan fíggjaði restina.

 

Sørvágs kommuna var beinanvegin sinnað at arbeiða við verkætlanini, tí eingin minnisvarði var í bygdini.

 

##med2##

 

Steðga á og minnast

 

Sørvágur hevur verið eitt av teimum størru útróðrarplássunum, tí bygdin hevur góðar fiskileiðir, men nógvar vanlukkur hava eisini verið, tað vísa mongu nøvnini á minnisplátunum. Sonni Jacobsen, sum hevur skrivað bygdarsøguna um Sørvág, hevur leitað nøvnini fram.

 

– Vit hava ein dugnaligan mann, Sonna Jacobsen, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði.

 

Tey sum eru nevnd á minnisplátunum eru sørvingar, sum eru deyðir á sjónum á ymsan hátt. Umborð á skipi til fiskiskap ella við farmaskipi. Fyrsta navnið er frá 1792, og tað seinasta frá 1985. Tað hava ikki verið nógvar vanlukkur í nýggjari tíð, og tað fegnast tey um í Sørvágs kommunu.

 

##med3##

 

Minnisvarðin stendur yvir av kirkjuhúsinum. Kjakast varð um staðsetingina í bygdaráðnum, og í Sørvágs kommunu halda tey at hetta er ein góð staðseting.

 

– Vit komu fram til, at tá tú fert í kirkju, so hevur tú møguleika at fara yvir til minnisvarðan, á sama hátt sum tú hevur møguleika at fara til grøvurnar hinumegin. Tí tá tú fert í kirkju, fara tankarnir í gongd, og vit hyggja afturá. Summi fara í kirkjugarðin, onnur fara til minnisvarðan. Hann stendur við eina vakra á, og tey sum fara í kirkju síggja minnisvarðan, tá tey koma, og tá tey koma og fara.

 

##med4##

 

Minnisvarðin bleiv avdúkaður allahalgannadag 2016. Hendan dagin møttu nógv fólk, eisini avbygdarfólk.

 

Inga Poulsen Dam, sóknarprestur, og Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági hildu røðu.

 

Bergtóra Nielsen og Anna Sofía Hvítklett avdúkaðu minnisvarðan.  

 

Avvarðandi at sjólátnum, og fólk sum heild, eru glað fyri minnisvarðan, sum ímyndar eitt søkkjandi skip, krossurin ímyndar eina brotna mastur.

 

Johan Petur á Stongum frá West Tech hevur sniðgivið, og Føroya Grótvirki í Skopum hevur gjørt minnisvarðan. Dia í Leynum hevur laðað grótið rundanum, grótlaðingin ímyndar eina aldu.

 

Síðani minnisvarðin bleiv avdúkaður, hava tey fingið eina nýggja siðvenju í Sørvági, tí á hvørjum ári verður minningarhald teirra sjólátnu hildið við minnisvarðan. Tveir kransar verða lagdir við minnisvarðan, ein frá kirkjuráðnum, og ein frá kommununi. Vanliga er tað borgarstjórin, og formaðurin í kirkjuráðnum sum leggja kransarnar. Prestur talar, og síðani er drekkamuður í kirkjuhúsinum. Minningarhaldið plagar at vera væl vitjað.

 

##med5##