Arbeitt seg upp á tindarnar

Remi Thomsen telist sambært Berlingske Tidende millum 100 tey mest evnaríku fólkini í danska vinnulívinum. – Eitt er, hvat stendur á tínum CV. Men tínir menniskjasligu eginleikar eru minst líka týdningarmiklir, sigur Remi Thomsen, Chief Group Controller í Danske Bank

Les. Tak gjarna bachelor­partin á einum universiteti og yvirbygnaðin á einum øðrum. Tekur tú so eitt semest­ur í London ella París, so ert tú væl stillaður. Við­kom­andi lestrararbeiði er av­gjørt ein fyrimunur, og kanst tú vísa á fleiri størv, ið liggja innanfyri títt øki, so fær tað valla verið betri.
Nøkulunda soleiðis ljóða ráðini frá serfrøðini og ar­beiðsgevarum til lesandi, sum ynskja spennandi og av­bjóðandi størv. Men Remi Thomsen er besta prógvið uppá, at tað ber til at ganga meiri siðbundnar leiðir, og kortini koma langt.
Sum 28 ára gamal gjørdist hann leiðari fyri Controlling-deildini hjá Danske Bank, og nú sum 31 ára gamal er hann Chief group controller í sama banka. Tað hevur vakt ans í danska vinnulívinum, og í farnu viku kom Remi Thomsen á ein lista yvir 100 tey mest evnaríku fólkini, ið eru undir 35 ár, í danska vinnu­lívinum.
Áður hava fólk, sum nú eru stjórar og hava leið­andi leiklutir í danska vinnu­lívinum, verið nevnd á sama lista, Berlingske Business Talent 100, sum Remi Thomsen nú er partur av. Samtaksstjórin í TDC Henrik Poulsen, for­stjórin í Tryg Morten Hübbe og arkitekturin Bjarke Ingels, sum stovnaði BiG Group, ið er fremsta danska arkitekta­felagið, teljast millum teirra. Eisini Evroparáðharrin hjá danska Javnaðarflokkinum, Nicolai Wammen, telist mill­um tey, ið eru nevnd á list­anum.
Við øðrum orðum er Ber­lingske Business Talent 100 ein listi við ávísari tyngd. Men Remi Thomsen er ikki farin upp at flákra av, at hann nú er at finna á hesum lista.
– Eg eri bara nevndur í einari avís. Tað er sjálvandi stuttligt og eitt stórt herða­klapp, sigur Remi frynt­liga, tá vit hitta hann á høvuðs­sætinum hjá Danske Bank á Kongens Nytorv í Keyp­manna­havn.

Ein útbúgving og eitt starv
Hvussu Remi hevur ar­beitt seg upp frá at hava lestrar­arbeiði til at vera í leiðandi starvi, kanst tú lesa um aðra­staðni á hesum síðum. Greitt er tó, at tey eru mong, ið kunnu vísa á eitt munandi fjøl­broyttari CV enn hann. Remi er útbúgvin á CBS og hev­ur arbeitt í Danske Bank – hvørki meiri ella minni.
Berlingske hevur tosað við Claus Christiansen, first vice president í Danske Bank, sum er leiðarin hjá Remi, um leiðina hjá Remi upp eftir stiganum í bankanum. Hesin vísir á, hvussu trupult tað kann vera at skifta leiklut frá at vera »tann ungi« fyri so at vera leiðari hjá fólki, sum hava nógv drúgvari roynd­ir enn tú.
– Men hann hevur av sonn­um ment seg eftir fá­um árum. Sjálvt tá støðan er ógvuliga spent, so er Remi framvegis róligur, tos­ar pent við fólk og vísir teim­um virðing, vísir Claus Christiansen millum ann­að á.
Hesir eginleikarnir, Claus Christiansen vísir á, eru sambært Remi ikki nakað, tú kanst lesa teg fram til.
– Eitt er fakligheit og CV. Men tínir menniskjasligu egin­leikar eru minst týdn­ingar­miklir. At vera róligur og afturhaldandi hevur havt virði í mínum størvum, ser­liga sum leiðari. Og tað er ikki nakað, eg havi fingið ella lært, vísir Remi Thomsen á.

Fjølbroytt starv
Chief group controller er heitið á starvinum hjá Remi Thomsen. Upp­gávur­nar eru mangar og ógvu­liga fjølbroyttar.
– Stórur partur av ar­beiðs­tíðini fer við fundar­virksemi, og øgiliga lítil partur frammanfyri teld­uni. Avgerðir skulu sam­skipast, ting skulu plan­leggjast og trupulleikar loys­ast. Tað ljóðar keð­iligt, men er sera spenn­andi. Upp­gávurnar eru fjøl­broytt­ar og truplar, sum ein sudoku, ið ongantíð verð­ur liðug. Tí er eisini neyðugt at arbeiða yvir av og á, men tað skal ongan­tíð vera eitt mál í sær sjálv­um, at arbeiða út á kvøldið hvønn dag. Tað má vera ein ávís javnvág í tingunum, so tú ikki brennur út. Hin­vegin ger tað einki, um tú arbeiðir nógv, tá tú trívist, sigur Remi Thomsen, sum brúkar sína frítíð sam­an við unnustuni úr Dan­mark. Haraftrat spælir Remi tónleik, so gittarin og key­boardið verða javnan brúkt.
Umframt at vera chief group controller er Remi Thomsen eisini partur av eini innanhýsis talentdeild í Danske Bank, eitt so­kallað »talentprogram«, fyri 30 leiðarar í fyritøkuni – bæði í og uttanfyri Dan­mark. Hesir leiðararnir hittast seks ferðir, har tey á trimum fylgjandi ráð­legg­ingar­døgum viðgera ymsar síður, ið hava við leiðslu at gera.

Eitt fet í senn
Sum 12 ára gamal flutti Remi Thomsen til Dan­markar við foreldrum sín­um, Nick Thomsen og Lena Simonsen. Beiggin, ið er eldri, eitur Rúni og syst­urin, ið er yngri eitur Rakul.
Eftir lokið students­prógv og HH, gekk leiðin á Copenhagen Business School, har Remi fyrst gjørd­ist bachelor og síðani kandidatur í fíggjarstýring, cand. merc., í 2007. Tað var undir lestrartíðini, at Remi Thomsen søkti og fekk lestrarstarvið á 20 tímar um vikuna í Danske Bank.
Hetta røkti hann so mik­ið væl, at Remi fáar dagar eftir, at kandidat­út­búgvingin varð lokin, fekk bjóðað fast starv sum Group controller. Síðani hevur Remi Thomsen arbeitt seg upp eftir í stig­anum hjá Danske Bank. Fyri trimum árum síðani fekk hann fyrsta deildar­leiðarastarvið sum Senior group controller, og í 2010 tók hann næsta fetið upp­eftir og gjørdist Chief group controller.
– Fyrimunurin við at vera sama stað, er, at tú kanst koma í annað og hægri starv, tí tú kennir fyri­tøkuna og kanst menna teg til at verða ein lykla­persón. Men tú skalt ikki speku­lera í, hvussu tú kemur longst sum skjótast. Ger tað besta, har tú ert heldur. Tá eg kom her sum les­andi, var tað ikki mítt mál, at eg skuldi koma her til, eg eri nú. Men eg treivst væl og upplivdi menning. Tað snýr seg eisini um at vera á rætta staðnum røttu løtuna, tí tá koma nakrir møguleikar, greiðir Remi frá og leggur aftrat.
– Tá tað kemur til leið­ara­størv, so veit eg heldur ikki um nakran, ið hevur fingið sítt fyrsta leiðara­starv í eini fyritøku, við­komandi ikki arbeiddi í frammanundan.