Hevði ikki ætlað mær í nakað blaðkjak, men tá viðmerkingarnar hjá Grækaris sáa iva, hvørt undirritaði sigur sannleikan, føli eg meg noyddan at koma við enn eini viðmerking.
Meir hóskandi hevði verið at lagt kjakið á tað støði, har tað hoyrir heima, og viðgjørt kjarnuna í málinum - hví søkir eitt reiðarí um útflagging, og hvussu er støðan hjá rækjuflotanum, men sum eg
skilji, hevur hetta ikki áhuga. Tú ynskir heldur at fara í smálutir, og leggur meg undir, bert at siga hálvan sannleikan, og tað vil eg ikki hava sitandi á mær.
Hóast undirritaði í forhond er dømdur at tapa í kjaki við drivnar og gølusøkjandi tíðindamenn, ditti eg mær kortini at "skera tað í smálutir":
Johnsigurd Johannessen ringdi til mín seinnapartin hósdagin 25. september at fáa eina samrøðu til Dag og Viku sama kvøldið. Skotbráðið var stutt, og undirritaði bar seg undan. Johnsigurd bað meg umhugsa hetta til dagin eftir.
Fríggjamorgunin 26. september ringdi undirritaði til Johnsigurd og játtaði at gera eina samrøðu um málið sum heild, men at hetta kundi ikki gerast fyrr enn mánadagin, tí eg, eins og nógv av bygdarfólkinum, var lagstur við krími og febri. (Vilt tú, Grækaris, hava prógv fyri, at eg var sjúkur, er tú vælkomin at ringja til mín.)
Avtalað bleiv, at Johnsigurd skuldi ringja aftur mánadaguin, so vit kundu avtala eina tíð.
Týsdagin og gjøgnum vikuna er tað so John Johannessen, ið vil hava meg at gera viðmerkingar til vinningsbýtið. Eg segði honum, at eg dagin fyri hevði játtað at koma í sjónvarpið at viðgera støðuna, men fekk ikki boð aftur, og eg fór ikki bert at gera viðmerkingar til vinningsbýti. Hann spurdi, hvønn eg hevði tosað við, og um eg nú var fornermaður. (Tað undrar meg ikki sørt, at hann ikki visti, hvønn eg hevði tosað við, tí sum tú sigur, verður hetta viðgjørt á einum samlaðum redaktiónsfundi)
Nei, tað liggur mær ógvuliga fjart at ganga fornermaður. So mikið havi eg hóast alt lært mína tíð í vinnulívinum, at tað kemur tú ikki langt við.
Hóskvøldið 9. oktober var "Breddin" á skránni. Hetta var eftir mínum tykki partvís ein hampuliga góð sending, har vit fingu nakað av innliti í, hvussu okkara lógarsmíð fer fram. Eisini høvdu tit ein skilagóðan og sakligan grannskoðara, Jógvan Sundstein, at viðgera okkara roknskapir, vinningsbýti og framtíðarvánir.
Eg var ikki sørt spentur og hevði satt at siga væntað, at John Johannessen fór at enda sendingina við at ynskja okkum góða eydnu við hesi royndini at varðveita skipið. Men nei, hann spældi plátuna umaftur, at vit takkaðu nei at selja skipið og býta 16 mio. millum eigararnar, eftir at hvør hevði fingið sítt, eisini landskassin: Landsbúskaparligur hugsunarháttur fyri víðarikomin á høgum støði má sigast.
Tað var í lagi, at sendingin vísti, hvørji skip høvdu fingið umlagt veðhald til rentu- og avdráttarfrí lán, men sendingin hevði eftir mínum tykki eina stóra slagsíðu. Onki kom fram um veruligu støðuna hjá flotanum, og hvønn týdning hann hevur fyri samfelagið. Nei, sendingin botnaði í at finna nakrar persónligar syndarar.
Eg kann skoyta uppí, at um Arctic Viking fær loyvi at flagga til Litava, tilføra vit samfelagnum partar av virðum, ið eru tillutaði øðrum landi, samstundis sum rúmsáttari er hjá øðrum føroyskum skipum at fiska føroyskar kvotur. Hevði í míni fávitsku líkasum vænta okkum eitt herðaklapp frá John fyri tað.
Tú sigur, at uppgávan hjá tykkum journalistum er at vera fólksins varðhundur, og alt gott um tað.
Eg hevði nú eisini mett, at partur av tykkara uppgávu er at bera sakligan og positivt gevandi tíðindaflutning, men her fari eg kanska skeivur.
---------
Eftir stendur ósvikaliga fast:
SVF-tíðindadeildin hevur ikki við einum orði viðgjørt kjarnuna í málinum.
SVF-tíðindadeildin hevur sum einasti fjølmiðil ikki við einum orði viðgjørt veruligu støðuna hjá rækjuflotanum, og hvønn týdning hann hevur fyri samfelagið.
Hetta hóast sera gott høvi, nú fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar, samstundis sum Zakaris Hammer, sum altíð, við síni mergjaðu og gevandi sending lýsir søguna hjá rækjuvinnuni og teir undangongumenn, ið fyri hava slóðað og verið við til at lagt lunnar undir vælferðarsamfelagið Føroyar.