«Eg visti faktist ikki at hann bara var 18-ára, soleiðis tekur Andrew av Fløtum til, tá tosið fellur inn á mannin, ið UEFA valdi til dagsinsleikara í Champions League dystinum móti Malmø.
Mótstøðan mikukvøldið á Swedbank Stadium í Malmø var møtumikil, men tað árviraði ikki 18-ára gamla Teit Gestson. Eins og restin av HB liðnum fær hann rós fyri sítt avrik úr Svøríki.
«Teitur hevur eina góða útstráling og tú hevur ilt við at trúgva, at hann bara er 18 ár. Hann virkaði róligur og kom væl frá uppgávuni, umframt at hann hevur eitt sera gott spark, sigur Andrew av Fløtum.
Trýstir havnarmenn
Tað var sum væntað Malmø, ið var leikliga omaná í dystinum. Men í fyrra hálvleiki gekk ill hjá teimum at fáa niðurbrotið HB verjuna, sum stóð stinn og væl skipað.
«Tað var ein strævin og harður dystur, men eg haldi vit spæla fyrra hálvleik væl. Teir koma bara til einar tveir møguleikar og í hálvleikinum sást at teir vóru ónøgdir, sigur Andrew, ið spældi einsamallur sum fremsti maður.
Málleyst í hálvleikinum í fyrra dystinum á útivølli móti søguríkasta svenska felagnum, er eitt gott úrslit fyri HB.
«Teir vóru svakir í hálvleikinum og komu eisini út til annan hálvleik sum eitt óløgið. Vit halda teimum í næstan eitt korter í seinna hálvleiki og teir eru um at fara í panikk, tá teir skora. Teir skifta eisini uppstilling í hálvleikinum og tað ger tað upp aftur torførari hjá okkum, sigur Andrew um fyrstu løtuna í seinna hálvleiki.
Keðiligt seinna mál
Tá eitt lítið korter manglar fær Malmø sítt seinna mál. Tíverri fyri HB er málið av tí keðiliga slagum. Fyrst missur HB leikari bóltin á egnari hálvu í tvídysti, sum fleiri meta er fríspark til HB. Síðani endar eitt innlegg fyrst í beininum á Hans á Lag og bólturin broytur kós og rakar Rógva Holm, ið ger sjálvmál.
«Tað er ein røð av keðiligum hendinum, sum føra til seinna málið. Kanska var tað fríspark, men teir kundu eisini havt skorað upp á onkran annan møguleika, so tað hugsa vit ikki so nógv um. Tú kanst siga, at teir vóru tvey mál betri, sigur Andrew.
“Framvegis stuttligt”
Karmarnir kring dystin í Malmø vóru góðir. Leikvøllurin er nýggjur og tað vóru yvir 12.000 viðhaldsfólk til dystin.
«Tað er framvegis stuttligt at spæla slíkar dystir. Áskoðararnir larmaðu og sungu allan dystin. Tað var eitt gott upplivilsi. Til slíkar dystir er einki trýst á okkum og vit kunnu spæla frítt, sigur Andrew.
HB kom sum heild væl frá uppgávuni og tað kom eitt sindur óvart á vertirnar.
«Eg haldi at teir blivu eitt sindur kløkkir av avrikinum hjá okkum. Teir høvdu kanska væntað ein lættari dyst, sigur Andrew.
Broytt HB lið
Síðani Sigfríður Clementsen tók við venjarastarvinum, hevur HB liðið verið nógv broytt. Teir spæla millum annað við trimum leikarum í miðverjuni.
«Eg haldi vit eru komnir væl frá nýggju spæliskipanini. Har eru sjálvandi nakrar broytingar. Eitt nú er Kári Nielsen fluttur aftur frá miðvøllinum í miðverjuna. Útgangsstøðið er verjukent, men til seinna dystin flyta vit okku longur fram, sigur Andrew.
«Tað hava verið nakrar spennandi og góðar vikur við Sigfríði sum venjara og vónandi heldur tað fram, sigur Andrew víðari.
“Skulu skorað tíðliga”
Andrew av Fløtum er ikki í iva um, at HB kann gera nakað við svensku gestirnar, tá teir koma hendan vegin í komandi viku.
«Teir eru eitt sterkari lið enn vit, men eg eri vísur í at vit kunnu gera nakað við teir. Um vit skora tíðliga, so broytist alt, sigur Andrew at enda.
Seinni dysturin verður í Gundadali týsdagin.
Dysturin í tølum: (www.uefa.com)
Malmø FF - HB 2-0 (0-0)
1-0 Dardan Rexhepi, 58
2-0 Rógvi Holm, 77 sjálvmál
Skot á mál: 7-1
Skot við síðuna av: 15-1
Horna: 15-1
Fríspørk 12-13
HB Teitur Gestson - Rógvi Holm, Hans á Lag, Kári Nielsen - Pætur Jørgensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifson(Kristin Mouritsen, 90+2), Fróði Benjaminsen(liðsk), Rógvi Poulsen - Símun Samuelsen(Jón Krosslág, 90+3), Andrew av Fløtum(Jógvan Nolsøe, 88).
Á bonkinum:
Heðin Stenberg, Ólavur í Ólavstovu og Tróndur Jensen.