8-mannafør: Argjabáturin hevði undan Ólavsøku vunnið allar seks róðrarnar, Argjabáturin var favorittur í dag, og Argjabáturin vann aftur í dag, og harvið varð FM heitið so rudduliga undirstrikað.
Argjabáturin er FM vinnari við fullari úrtøku.
Ørvur hevur fleiri ferðir fyrr í summar givið Argjabátinum ein skarpan gang. Eisini í dag var kappingin stór hjá argjamonnum, men hesa ferð var tað ikki Ørvur, sum kappaðist við Argjabátin.
Tað var Nevið Reyða, sum tíðliga í róðrinum legði seg á odda, og Nevið Reyða var leingi fremstur. Miðvingur og Ørvur vóru eisini væl við, og leingi kundi tað sæð út til, at Argjabáturin fór at hava ilt við at vinna.
Men so var tað, at Argjabáturin vísti sína styrki. Stútt og støðugt tók hann seg framum hinar. Men tað var sera tætt, og tað var ikki fyrrenn í síðstu tøkunum, at tað var púra greitt, at tað var Argjabáturin, sum var fyrstur á mál reingina frammanfyri Nevið Reyða, sum harvið vann besta plássið í ár. Eisini Miðvingur vann á Ørvi, men munurin frá nummar eitt og aftur til nummar fýra var minni enn eitt sekund! Kvívíkingur var aftur í dag aftastur.
1 Argjabáturin 04:12.10
2 Nevið Reyða 04:12.21
3 Miðvingur 04:13.06
4 Ørvur 04:13.07
5 Kvívíkingur 04:18.24
Endaliga støðan
1 Argjabáturin 49
2 Ørvur 40
3 Nevið Reyða 35
4 Miðvingur 29
5 Kvívíkingur 22