Argjakvinnur vunnu stórsigur

Bert tveir dystir vóru spældir í bestu kvinnudeildini í dag. Dysturin millum oddaliðið, KÍ og MB norðuri í Klaksvík var avlýstur.

 

Víkingur hevði sigurin í pottinum á Skála, tá Hanna I. Højgaard legði víkingakvinnur á odda, tá 76 minuttir vóru farnir. Í teimum doyggjandi sekundunum javnaði Skála við einum brotssparki, sum Jóna P. Jacobsen setti í netið.

 

Argjakvinnur vunnu stórsigur 6-0 á EB/Streymi á útivølli. Hálvleiksstøðan var 1-0. Argjakvinnur hava nú líka nógv stig sum KÍ, men KÍ-kvinnurnar hava spælt tveir dystir færri.

 

Skála-Víkingur 1-1 (0-0)

 

0-1 Hanna I. Højgaard (76.)

1-1 Jóna P. Jacobsen (90.) br.sp.

 

EB/Streymur-AB 0-6 (0-1)

 

0-1 Valgerð Andreasen (4.)

0-2 Doris í Garði Joensen (51.)

0-3 Rudi Rasmussen (58.)

0-4 Olga Kristina Hansen (80.)

0-5 Olga Kristina Hansen (87.)

0-6 Hellen Haraldsen (90.)

 

Støðan :

 

1 KÍ 4 4 0 0 28 2 +26 12

2 AB 6 4 0 2 27 5 +22 12

3 Skála 5 3 1 1 13 5 +8 10

4 Víkingur 6 3 1 2 9 7 +2 10

5 EB/Streymur 6 0 1 5 3 29 -26 1

6 MB 5 0 1 4 3 35 -32 1