Argjamenn í hølunum á TB

Eftir ein uppibornan sigur á FS Vágum á Argjum leygardagin, halda argjamenn summarfrí á næstfremsta plássinum beint í hølunum á oddaliðnum TB

AB tykist at verða væl fyri. Blandingin av eldri spælarum við royndum úr 1. deild og so ungum leikarum, ið hava evnini til at spæla í bestu deildini, vísir seg at verða góð. Leygardagin høvdu argjamenn vitjan av vágamonnum, og 3-1 sigurin til AB var fult uppiborin.

Tvey brotsspørk
Dysturin var ikki meiri enn fýra minuttir gamal, tá ið AB fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda. Brotsspark var dømt til heimaliðið, men Bjarni Jørgensen misnýtti frá blettinum. Dysturin var rættuliga javnur næstu løtuna, men tá ið ein lítil hálvur tími var leiktur, var aftur bríkslað fyri brotssparki til heimaliðið. Hesaferð var Rani Christiansen settur at skjóta, og hann setti bóltin í netið til 1-0 til AB.
Tað gekk bert ein minuttur afturat, so var 2-0, tá ið sterki miðvallarin hjá AB, Pætur Dam Jacobsen, sendi eitt langskot í netið. FS Vágar gav tó ikki skarvin yvir, og stutt fyri hálvleik eydnaðist tað vágamonnum at minka um munin til 1-2 við einum máli, sum Per Joensen skeyt.
Í seinna hálvleiki var tað AB, ið var við yvirlutan og hevði teir flestu møguleikarnar. Tað eydnaðist teimum at fáa eitt mál afturat, tá ið 20 minuttir vóru eftir at leika. Málið skeyt Símun Hansen, og harvið vunnu argjamenn 3-1 á einum av hinum liðunum, ið kunnu metast at gera seg galdandi í stríðnum um uppflyting.

AB-FS Vágar 3-1(2-1)
1-0 Rani Christiansen brtsp.
2-0 Pætur Dam Jacobsen
2-1 Per Joensen
3-1 Símun Hansen