Ari Olsen hevur framvegis ikki roynt at tapt ein kappingardyst við Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag gjørdist talan um 4-1 stórsigur á HIK á heimavøllinum í Hjørring.
Lasse Steffensen legði heimaliðið á odda longu í sjeynda minutti. 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá HIK javnaði til 1-1. Løtu seinni skoraði Vendsyssel trý mál upp á níggju minuttir. Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen, Mads Lauritsen og Malthe Holt syrgdu fyri málunum.
Vendsyssel liggur á einum uppflytingarplássi. Teir eru næstfremst í ovara endaspælinum við 48 stigum, trý stig frammanfyri Næstved. AB er greitt oddalið við 56 stigum.
Hørður H. Askham var á vøllinum seinastu løtuna, tá lið hansara tapti 0-1 fyri Thisted, ið skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Roskilde er næstaftast í ovara endaspælinum við 37 stigum.











