Aftaná tvey umfør eru Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg aftast í niðara grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Heldur tann støðan sær skal Skanderborg spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðnum hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax.
Í dag tapti Skanderborg tepurt 30-31 fyri Silkeborg-Voel, ið var á odda 17-15 í steðginum.
Súna gjørdi tó sítt. Hon skoraði trý mál, legði upp til fimm mál (assist), og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.
Skanderborg er aftast við ongum stigi. Skanderborg kann bert fáa fatur á EH Aalborg, ið hevur eitt stig. Liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ hevur seks stig, og tað hevur Silkeborg-Voel eisini. Liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing hevur fimm stig. Hesi trý fremstu liðini hava tryggjað sær luttøku í bestu deildini komandi kappingarár, tí Skanderborg kann í besta føri røkka fýra stigum.
Mikudagin klokkan 17.30 hevur Skanderborg dyst á heimavølli móti HØJ.











