Hálvan juni stendur nýggja hotellið í Klaksvík - Hotel KG - liðugt, og hin 16. juni fer hotellið at bjóða fyrstu gestunum vælkomnum.
Tað er byggifyritøkan, Kanjon, sum byggir hotellið, og her eru nógvir undirveitarar. Nú uppundir endan av stóru byggiverkætlanini, er nógv virksemi í bygninginum.
- Jú, vit eru sera spent, og vit vóna, at 4-stjørnaða hotellið í miðbýnum í Klaksvík fer at gera sítt til at skapa eitt livandi umhvørvi her í miðbýnum.
Tað sigur Jan Petersen, stjóri hjá feløgunum í Klaksvík, sum eiga verkætlanina. Eigarar eru Kristiani Martini Rasmussen og synir.
- Verkætlanin er eitt lítið sindur seinkað, men hálvan juni stendur hotellið liðugt, og tá fáa vit eisini fyrstu gestirnar, sigur hann.
Á nýggja hotellinum í Klaksvík eru 83 dupultkømur.
Tá vit spyrja Jan Petersen, hvar serliga verður arbeitt í løtuni, nú uppundir endan av verkætlanini, sigur hann, at nógv virksemi er um tað heila, sum hann tekur til.
- Hetta verður ógvuliga spennandi, og vit síggja fram til at bjóða fyrstu gestunum á gátt, sigur stjórin í feløgunum hjá Kristian Martini Rasmussen og synum.
##med2##
Tað verður Eirikur Jákupsson, sum við sínum drúgvu royndum innan hotel- og tænastuvinnuna, ið kemur at standa á odda fyri dagliga rakstrinum.
– Eg vænti, at hotellið verður ein týðandi partur av bæði býnum og føroysku ferðavinnuni, og eg gleði meg at verða við til at skapa góðar og minniligar gestaupplivingar hjá vitjandi á KG.
Soleiðis segði Eirikur Jákupsson, tá tað gjørdist alment kent, at hann verður stjóri á Hotel KG í Klaksvík.
##med3##












