Ari Olsen hevur enn ikki tapt í donskum fótbólti

Vendsyssel FF er á einum uppflytingarplássi

Ari Olsen hevur nú roynt at vera ósigraður í átta dystum við Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Fyrr í dag vann Vendsyssel 2-0 á AB í Gladsaxe. Lasse Steffensen syrgdi fyri málunum hjá Vendsyssel. Eitt í hvørjum hálvleiki.

 

Vendsyssel er næstfremst í ovara endaspælinum við 45 stigum, og er sostatt á uppflytingarkós. AB er fremst við 53 stigum. Næstved hevur eins og Vendsyssel 45 stig, men teir hava verri málmun enn Vendsyssel. 

 

Sunnudagin 26. apríl klokkan 12 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti HIK.