Arkitekturur kann flytast – náttúran kann ikki

“Uforglemmeligt er det øje­blik, da man for første gang stod ansigt til ansigt med den store Sandå. Et drama i naturen, en mæg­tig brusende strøm...”

 

Havnar­mað­urin Jørgen-Frantz Jac­ob­sen í Elvene í 1936. 

 

“Errare humanum est”. So­leiðis ljóðar eitt orðatak á latíni. Tað merkir, at “tað er menniskjaligt at mis­taka seg”. Um tey, sum hava mistikið seg, ikki taka í egn­an barm, verður lagt afturat “sed perseverare turpe”. Tað merk­ir “at halda fram er for­kast­i­ligt”. 

 

Mong halda, at býráðið gjørdi eitt mistak, tá tað broytti byggisamtyktina við Sandá frá frílendi til bygg­i­lendi, so ein kirkja kann byggj­ast.  

 

Lendið úr Sandagerði, fram við Sandá, út í Havn­ar­dal er ein náttúruheild - ein perla. Bara fá inntriv eru gjørd í náttúruna. Áin er vøk­ur og er ein av størstu á­u­num í Suðurstreymoy.  

 

Býráðið er tilvitað um henda vakurleika og hev­ur gjørt gøtu fram við Sand­á niðan til brúnna við Kirkju­­bø­­ar­gøtuna. Nú skal gøta ger­ast eftir norðara áar­bakka út til gomlu brúnna við Vel­ba­stað­vegin. Hon hev­ur stór virði fyri bý og fólk. 

 

Ófatiliga nógv fólk njóta fríløtur á gøtunum. Tey fáa íblástur og orku í hesi frið­sælu nátturuni. At ganga og njóta náttúruna er balsam fyri likam og sál. Gøturnar eru fólkaheilsa. 

 

“Arkitekturur kann flyt­ast - náttúran kann ikki” 

 

Mong havnar- og argjafólk halda, at tað fer at misprýða um­hvørvið við Sandá at byggja ein bygning í hesum lend­i­num.  

 

Tey halda, at hesin blett­urin við stórum klettum og mong­um plantum er alt ov vak­ur at fara undir betong og glas. Tey vilja varðveita hetta lendið. Ein bygningur tek­ur ein stóran part av hes­um sermekta fríøkinum. 

 

Nógv hava víst á aðrar stað­set­ing­ar. Tey taka helst und­ir við orðunum, at “Ark­i­tekturur kann flytast -nátt­úran kann ikki”. Um nátt­úran er farin, vendist ikki aft­ur.  

 

Tí er ein væl skipað og drúgv mannagongd á­sett, tá ein byggisamtykt skal broytast. Síðsta vernd­ar­virki er yvir­frið­ing­ar­nevnd­in. Hon góðtók kortini inn­triv­ið í 2010.  

 

Men ein býraðssamtykt at broyta eina byggisamtykt skal eisini liggja alment frammi og fólk kunnu koma við við­merkingum. 245 fólk mó­t­mæltu ætlanini.  

 

Mótmælið bar við sær, at meir­i­lutin í býráðnum fyri at broyta byggisamtyktina tódn­aði úr fullari semju nið­ur í eina atkvøðu. Bý­ráð­ið samtykti endaligu broyt­ing­ina tann 24. februar 2011. 

 

Mótmæli kunnu broyta 

 

Men málið fyrnaði og skuldi “ganga umaftur”. Nú hevur ein stórur riðil tikið til orð­anna  ímóti staðsetingini og nátt­úr­u­inntrivinum. Oman fyri 1600 fólk hava limað seg inn í ein bólk ímóti ætlanini.  

 

– Um fólk í hundraðtali ikki mót­mæltu, hevði Skansa­bryggj­an verið gjørd nið­an til Eystfalssker. Sker­ið var farið og Skansin var byrg­dur inni.  

 

– Um 4300 fólk ikki mót­mæltu, stóð ein skriv­stovu­bygn­ing­ur í 6 hæddum við Ting­húsvegin - beint eystan fyri Tinghúsvøllin.  

 

Nevndu mál vísa, at eitt bý­ráð kann broyta støðu og lurta. Undanfarni bý­ráðs­meir­i­luti lurtaði ikki. Hann framdi eitt grefligt og ó­neyðugt náttúruinntriv á Sundi. Tað sást aftur á at­kvøð­u­num á valinum.  

 

Vit velja eitt býráð at stýra felagsskapinum hjá okk­um - kommununi. At byggja út við skili og skapa trivn­að í býi og á bygd. Vit velja ikki eitt býráð at ar­beiða ímóti viljanum hjá fólk­i­num og hugsjónini hjá komm­ununi. 

 

Um býráðið nú er at sær kom­ið, tekur tað upp sam­ráð­­ingar við kirkjuráðið á Argj­um um eina nýggja stað­set­ing. Upp­run­a­liga høvdu argjafólk upp­skot um eitt annað stað. Tað kann held­ur ikki vera hugaligt hjá ein­um kirkju­ráði at fremja eina ætlan, sum stórur part­ur av kirkj­u­fólk­i­num er í­móti. 

 

Í andsøgn við Grønu Leiðina 

 

Býráðið samtykti í 2009 Grøna skjalið, sum seinri er vorðin partur av um­hvørv­is­politikkinum hjá komm­un­uni. Í máli 6 verður sligið fast, at “Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygd­ar­umhvørvi, har trø og øki við upprunaligum plant­u­vøkstri skulu varðveitast”. 

 

– Er tað ikki at ganga í­móti hugsjónini hjá Tórs­havn­ar kommunu at halda fast við ætlanina at bygja á lendi­num við Sandá? Økið er grønt lyngøki og har vaksa 70 plantusløg! 

 

– Er inntrivið ikki ímóti val­skránni hjá størsta flokk­i­num í býráðnum? Í brot­i­num “Umhvørvi - nýggjar tíð­ir” verður sagt:  “Sjálvsagt skal Tórshavnar kommuna ganga á odda, tá tað kemur til at verja umhvørvið”. 

 

Havast skal eisini í huga, at tá býráðið samtykti at broyta byggisamtyktina í 2011 var tað við minst møgu­lig­um meiriluta. Og leggjast kann afturat, at bara tveir bý­ráðs­limir, sum vóru fyri broyt­ingini í 2011, sita í bý­ráð­num í dag. 

 

Hugburðurin er broyttur. Fólk eru meiri tilvitað um fag­ur­frøðiligu virðini í nátt­úr­uni. Býráðið tykist meiri grønt. Tað síggja vit í dags­ins politikki. Tað sæst eis­ini í fíggjarætlanini, sum júst er samtykt. Og tí er spurningurin, um ein meir­i­luti er fyri at halda fast um nátt­úr­u­inntrivið við Sandá?    

 

Vit hava bara náttúruna til láns...  

 

Í eini samrøðu við und­ir­rit­aða í Sosialinum fyri 40 ár­um síðani endurgav fugla­frøðingurin Arne Nørre­vang eitt orðatak hjá ein­um náttúrfólki “Vit hava bara náttúruna til láns frá okk­ara eftirkomarum”. Orða­takið er mangan end­ur­tikið, men tað hevur ikki minni týdning ídag.

 

– Eigur býráðið ikki at taka í egnan barm, og spyrja, hava vit gjørt eitt mistak, tá so nógv venda sær ímóti eini verkætlan? 

 

– Vil eitt býráð hava sit­andi á sær, at tað gong­ur so dyggiliga ímóti fólka­vilj­a­num? 

 

­Veksur virðingin fyri okk­ara fólkavaldu ikki, um tey taka upp samráðingar við kirkjuráðið á Argjum um eina aðra staðseting? 

 

­Hvussu kann eitt býráð verja sínar avgerðir, um tað gong­ur beint ímóti náttúru- og um­hvørvispolitikkinum hjá komm­ununi? 

 

Síðani 2011 er fólkið “grønkað”. Fólk eru meiri til­vi­t­að um virðini í nátt­úr­u­ni og hvussu stóran týdn­ing tað hevur at verja um­hvørvið. 

 

Tey ungu hugsa grønt!  

 

Tey ungu hugsa náttúru!  

 

Tey ungu hugsa um­hvørvi!  

 

– Fara ikki fleiri óneyðug inn­triv í vakra náttúru - og vant­andi tilvitan um um­hvørv­ið – at slóða fyri ein­um grøn­um flokki?  

 

Ein neilig yvirskrift um eitt grefligt inntriv í nátt­­úruna vigar tyngri í fólka­hugsanini enn 10 ja­lig­ar yvirskriftir um nýtt ellisheim, út­stykk­ing­ar, fleiri starvsfólk á dag­stovn­um og ellisheimum, grønar hit­a­skip­anir o.s.fr. 

 

Serliga, tá fólk fáa eina kenslu av, at stríðið at verja nøk­ur virði var til fánýtis, tí tey fólkavaldu løgdu sektin á fólka­vilj­an. Fólk verða vón­brotin. Tað skapar eina des­ill­u­sión. Fólk missa álitið á teim­um fólkavaldu. 

 

Men “errare humanum est”. Tað ber til at ásanna mis­tak­ið, áðrenn ov seint er. 

 

Í Soylugørðum 30. november 2021 

 

Jóhann Mortensen