- Tað er arktiska økið, sum knýtir okkum saman í løtuni, sigur, Inga Dóra Markussen, aðalskrivari í útnorðurráðnum.
Í samrøðu við Arctic Journal greiðir hon frá, at síðani kalda kríggið hæsaði av, er hernaðarligi týdningurin av arktiska økinum minkaður nógv. Tískil hevur útnorðurráðið seinastu mongu árini tykist við smærri politisk mál, sum eru viðkomandi fyri dagligdagin hjá borgarunum í økinum.
- Nú gerst arktiska økið tó týdningarmiklari aftur, bæði politiskt, fíggjarliga og vísindaliga. Tað er sera týdningarmikið, at vit gerast partur av kjakinum um framtíðina hjá arktiska økinum, sigur hon.
Hon nevnir fyrst og fremst at nógv nýggj arbeiðspláss kunnu skapast í arktiska økinum, um veðurlagsbroytingarnar verða sum væntað. Flutningur, telesamskifti og infrastrukturur kann alt kollveltast, um ísurin um norðurpólin smeltar.
Útnorðurráðið vil eisini tryggja eina demokratiska rødd í broytingunum.
- Vit, sum fólkavald umboð úr tjóðartingunum í økinum, kunnu tryggja at tann menning, sum fer fram í arktiska økinum, endurspeglar viljan hjá fólkinum, sum her býr, sigur Inga Dóra Markussen.
Ítøkiliga arbeiðir útnorðurráðið við eini umsókn at fáa støðu sum eygleiðari í arktiska ráðnum. Ráðið væntaði at gerast eygleiðari longu í 2015, men orsaka av nógvum nýggjum umsóknum valdi arktiska ráðið at útseta viðgerðina av nýggjum umsóknum.
Vónirnar at gerast limur eru tó góðar, sigur hon. Umsóknin hevur stuðul frá norðurlendsku stjórnunum og, í mun til aðrar eygleiðarar, so liggur útnorðurráðið mitt í arktiska økinum.
- Tvey av teimum trimum limalondunum liggja í arktiska økinum, og vit eru øll knýtt at tí fíggjarliga. Og í mun til flestu aðru eygleiðarar, so kunnu vit tosa vegna fólkið. Bæði av tí at vit búgva her og tí at vit vera hildin til svars av okkara veljarum, sigur Inga Dóra Markussen.
Útnorðurráðið hevur eisini gjørt seg galdandi á øðrum økjum innan arktiska kjakið. Ráðið tók lut á Arctic Circle ráðstevnunum í 2014 og 2015 og er nú vorðin partur av fyriskipanini.
Í hesum døgum er útnorðurráðið á fundi í Qaqortoq í Grønlandi. Føroysku umboðini eru Kári P. Højgaard úr Nýggja sjálvstýri, sum situr í formansskapinum, Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.